Hin neyðuga umvendingin

Í somu stund komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: »Hvør er tá størstur í himmiríki?« Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og setti tað mitt inn ímillum teirra og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. Og tann, ið tekur ímóti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur ímóti mær.

Matt. 18,1-5

Beint áðrenn hettar brotið, hava Pætur og hinir lærisveinarnir skilt, at Jesus er Kristus, sonur Hins Livandi Guðs. Fyrst hevur Pætur sagt tað, síðani hevur hann upplivað tað uppi á fjallinum. Og nú hevur Jesus eisini sagt Pæturi, at teir í veruleikanum ikki nýtast at gjalda tempulskattin, tí at Hann er sonur Guðs, sum eigur templið. Tó, so bleiv Pætur sendur at gjalda skattin, fyri at teir, sum kravdu hann inn, ikki skuldu taka sær ilt av honum.

Nú koma so lærisveinarnir í tankar um, at um Jesus er sonur Guðs og teir eru hansara lærisveinar, hvussu er tað so við hirakinum? Hvør er tann størsti? Og vit kunnu gott skilja hesar mennirnar. Tí at, hugsa vit ikki ofta líka í okkara samanhangi? Hvør er tann størsti í Guðs ríki í dag? Er tað ikki pávin og so biskupparnir og so prestarnir og trúboðararnir og so leikprædikanrarnir og so allar niðast tey, sum ganga í sunnudagsskúla? Eg veit ikki, hvussu tú hugsar.

LES EISINI  Bíblian og sólin

Men tað liggur til okkum at meta okkum og hini í mun til hvønn annan. Hvør er størri, enn eg, hvør er minni, enn eg. Hvør er meira umráðandi, hvør er minni umráðandi.

Hvat sigur Jesus til hettar?

Hann biður eitt lítið barn koma og setur tað mitt ímillum teirra. Og so sigur hann: »Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið.

Hvussu eru tey lítlu børnini? Børnini eru avhangi av sínum umstøðum. Tey mugu fáa mat, klæðir, kærleika, umsorgan. Barnið rættir seg ímóti foreldrunum og tekur ímóti øllum frá teimum. Soleiðis skulu vit vera, tá ið tað kemur til Guðs ríki. Vit mugu seta okkum sjálvi lágt og rætta okkum ímóti okkara himmalska faðiri og taka ímóti øllum frá honum.

Tankin um, hvør er nú tann størsti, hvør bestemmar mest, hvør hevur stórst ávirkan hevur við okkara stoltleika at gera. Hevur tú avgjørt nógv, er tað tú, sum fært æruna fyri tað, sum tú hevur avgjørt. Hevur tú gjørt eitt stórt arbeiði, er tað tú, sum fært æruna fyri tað. Ert tú líka sum Pætur, sum altíð úttalar teg vegna hini og ert framstandandi, so er eisini freistandi at vænta av tær sjálvum, at tú eisini kanst fara í deyðan saman við Jesusi, um so allir hinir avnokta Jesus. Men, hvat sigur Jesus?

LES EISINI  VEL JESUS ...

Jesus sigur: Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki.

Tað er altso nakað, sum vit mugu venda um frá og til.

Jákup sigur tað í einum setningi: Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. Jesus sigur altso: Um tit ikki venda um frá stoltleikanum, tráðanini eftir at vera týdningarmikil, vera stórur, og til at eyðmýkja tykkum, seta tykkum sjálvan lágt, líka sum hettar barnið, verða lítil, so koma tit als ikki inn í himmiríkið.

Í Guðs ríki hanga hesi orðini tætt saman: eyðmjúkleiki og náði. Og tí er tað soleiðis, at tann, sum setir seg sjálvan lágt, hann er stórur í Guðs ríki. Og byrja vit so at reypa av, hvussu eyðmjúk vit eru, so hava vit aftur sett okkum sjálvan høgt. At vera eyðmjúkur er nakað, sum stríðir okkara holdi so nógv ímóti, at tað bara er Guð, sum kann gera okkum eyðmjúk. Og hvussu ger hann tað? Við at eyðmýkja okkum. Og tað kann hann gera við at lata okkum fella í onkra stóra synd. Eingin av okkum blívur eyðmjúkur, uttan at hava verið eyðmýktur.

LES EISINI  Trupulleikar ella møguleikar...

Hettar síggja vit í lívinum hjá Pæturi. Hann heldur seg vera so eyðmjúkan at hann vil doyggja saman við Jesusi. Men hann verður eyðmýktur, so at hann sær, hvussu lítil hann er. Hann vil ikki so mikið sum kennast við Jesus, tá ið ein arbeiðskona spyr hann, um hann ikki var ein av teimum, sum fylgdust við Jesusi. – Og so gelur hanin.

Hendan dagin fór Pætur á húsagang andaliga. Nú fekk hann at síggja, hvør hann sjálvur verðuliga var og hvønn frelsara hann hevði. ”Eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta,” hevði Jesus sagt, ”og tá ið tú ert vorðin umvendur, tá styrk brøður tínar.”

Pætur mátti venda um frá sær sjálvum, og til Jesus. Hann mátti líka, sum tað lítlað barnið, fáa alt frá Jesusi.

Pætur sigur soleiðis (1.Pæt.5,6):

Eyðmýkið tykkum tí undir Guðs veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina