Hjálp: Hvussu skal bókasølan eita?

Í síðstu viku útskrivaðu vit eina lítla kapping, har vit bóðu um uppskot til navn til bókasøluna í Nesvík. Bókasølan, sum bæði kann vitjast á keyp.mission.fo og í Nesvík hevur jú ongantíð fingið nakað navn. Fleiri góð uppskot eru komin inn, men vit vilja fegin hava enn fleiri uppskot at velja ímillum, og tí vóni vit, at tú vilt hjálpa okkum við einum góðum uppskoti til navn.

Navnið skal eisini kunna brúkast á netinum, og má tí vera tøkt. Minst til, at tað júst nú er vorði møguligt at brúka føroyskar bókstavir sum á, ó, í, ý, ð, ø, æ og ú í navninum á heimasíðuni, so hesir bókstavir eru ikki nøkur avmarking longur. Um vit velja navnið, sum tú hevur í uppskoti, so fært tú eitt gávukort á 500 kr. frá bókasøluni. Um tað eru fleiri, sum eru komin við sama uppskoti til navn, sum verður valt sum vinnandi uppskotið, so verður lutakast ímillum innkomnu uppskotini. Vit tilskila okkum rættin til at frávelja øll innkomnu uppskotini.

LES EISINI  Húsandaktskalendarin 2024

Títt uppskot kann sendast til trubodin@mission.fo seinast tann 01/05 2020. Tú kanst vitja keyp.mission.fo. Hvør veit? Kanska tú har fært íblástur til navnið ella næstu bókina tú skal lesa.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina