Hjálp í kvirruni

Vit halda fram við temanum um iva, og hvussu ivin kann gera seg galdandi í trúgvandi menniskjum í okkara egna felagsskapi. Upplivingarnar og roynslurnar, ið standast av ivanum eru eins ymiskar sum menniskju eru ymisk. Her hoyra vit eina kvinnu seta orð á upplivingar sínar um ivan, stríð hennara og hvussu hon fyrihaldur seg til henda veruleikan.

Martha Væggemose er ein 42 ára gomul støk kvinna, ið er útbúgvin bioanalytikari og gudfrøðingur, sum býr og starvast í Keypmannahavn.

Náttúruvísindaliga og ofta atfinningarsama tilgongdin til trúgv og gudfrøði hevur givið mær nógvar væl gjøgnumhugsaðar próvgrundir fyri at halda, at Gud ikki er til.
Martha Væggemose

Martha greiðir frá, at hon í sínum lívi hevur drigist nógv við ivan og ger tað til tíðir eisini enn í dag. “Náttúruvísindaliga og ofta atfinningarsama tilgongdin til trúgv og Gudfrøði hevur givið mær nógvar væl gjøgnumhugsaðar próvgrundir fyri at halda, at Gud ikki er til og ivin hjá mær hevur oftani víst seg sum ein spurningur um, hvørt Gud yvirhøvur vil hava nakað við meg at gera.” sigur Martha, sum er vaksin upp í einum kristnum heimi og við teim kristnu lívsvirðunum sum grundstøði í uppvøkstrinum. Martha hevur kortini ikki hvílt í og havt sína gleði í tí og hevur í mong ár kent eina innari vreiði móti Gudi, tá Orð hansara segði nakað annað, enn tað, hon sjálvt helt vera rætt í sínum lívi.

Í 2013 byrjaði Martha at lesa gudfrøði á DBI fyri at koma nærri at Gudi. Tað gjørdist bæði trupult og tíðarkrevjandi í praksis at skula sameina bæði lesnað og arbeiði og í roynd og veru helt hon ongantíð frí. Samstundis var tað trupult hjá henni at hugsavna seg um lesnaðin í gudfrøði, tá hon hevði so nógv, hon ivaðist um, so gudfrøðilesnaðurin gjørdist ikki tann stóra hjálpin til ivan, hon kendi á sær.

Tað sum veruliga kom at gera stóra munin í lívi hennara varð tíð saman við Gudi. Tá ein lestrarfelagi greiddi henni frá, at hann helt ein hvíludag mitt um vikuna til at vera saman við Gudi, fann hon út av, at tíð og hvíla saman við Gudi og orði hansara hevði verið fráverandi í lívi hennara og tað varð henni nú til stóra hjálp. Hon kundi í kvirruni saman við Gudi seta spurningar til Hansara og fann nú yvirskot og tíð at fara á “retretur”, tosa við prest og annars vera saman við menniskjum, ið kundu geva henni nøkur “spark”, sum hon tekur til.

“Hjálpin kom í samrøðuni við Gud og eisini har, ið tað var rúm fyri, at eg tordi at lata onkran hoyra um mín iva. Tað at eg fekk sagt onkrum hart, at eg ivist, haldi eg, tók ringasta trýstið av ivanum frá mær. Eg kenni, at Gud er til, tá eg eri í relatión við hann.” Sigur Martha at enda.
Tro & liv. Karin Borup Ravnborg

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina