Hjálp øðrum við at vitja tey

Tað høvdu verið nakrir truplir dagar. Ein av mínum kæru var í djúpari sorg, og eg visti ikki, hvussu eg kundi hjálpa. Eg lat meg í skógvarnar og fór út. Tá eg skal savna tankarnar, hjálpir tað at ganga ein túr. Mær dámar væl at lurta eftir Bíbliuni, meðan eg gangi.

Wendy Willard hevur skrivað. Andrias Magnussen umsetti.

Eg lurtaði víðari frá tí, sum eg hevði lisið fyrr um morgunin. Tað var frá Matteus 25, har Jesus tosar um dóm heimsins. Hann sigur, hvussu hann fer at skilja tey rættvísu (sum hann kallar seyðir) frá teimum órættvísu (sum hann kallar geitir). Hann rósar seyðunum fyri at hava tænt honum við at hava tænt øðrum. »Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.« (Matt 25, 40).

Hvussu kunnu vit hjálpa?

Eg havi hoyrt hesa frásøgn fleiri ferðir, og eg havi hugsað um tað, sum stendur har. Men, meðan eg gekk niðan eina sera bratta brekku í grannalagnum, legði eg merki til eitt minstur í tekstinum, sum eg ikki hevði lagt merki til fyrr. Í vers 35 og 36 tosar Jesus tosar um ávísar gerðir.

Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta;
eg var tystur, og tit góvu mær at drekka;
eg var ókunnigur, og tit hýstu mær;
eg var nakin, og tit klæddu meg;
eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg;
eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.

Her nevnir Jesus seks ymisk øki, har vit kunnu hava trupulleikar. Í øllum uttan tveimum sipar hann til, at um vit elska onnur, so loysa vit teirra trupulleikar.

LES EISINI  Trúpoddurin 14: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg”

Gev teimum svongu at eta
Gev teimum tystu at drekka
Tak ímóti fremmandum
Klæð tey naknu

Hetta eru alt sera praktiskir, ítøkiligir og týdningarmiklir mátar at tæna øðrum. Yvirhøvur krevur hetta ikki so nógv av okkum, og vit fáa eina góða kenslu, tá ið vit veita hjálp á hesum økjum. Men, hvat vit teimum báðum seinnu dømunum? Eg steðgaði miðskeiðis í brekkuni og spolaði aftur fyri at lurta umaftur.

Ongin skjót loysn

Jesus leggur ikki upp til, at vit skulu grøða tey sjúku ella seta tey í fangahúsi í frælsi, sum annars kundu verið beinleiðis loysnir til trupulleikarnar hjá teimum. Helst hava vit ikki myndugleika ella møguleika at grøða fólk ella leyslata fólk, sum sita í fangahúsi. Men, Jesus vísir okkum á, at hóast vit ikki kunnu loysa trupulleikan, so kunnu vit kortini tæna persóninum.

Vit fáa boð um at vitja tey, ansa eftir teimum og taka okkum av teimum. Í upprunatekstinum stendur griska orðið episkeptomai, sum merkir at vitja onkran, at taka sær av teimum og møta teirra tørvi. Hetta orðið verður nýtt 11 ferðir í Nýggja Testamenti.

Tað undraði meg, at í nærum helvtini av hesum 11 ferðunum sipar orðið til nakað, sum Gud ger fyri okkum. T.d. lesa vit í Hebrearabrævinum 2,6: Men einastaðni hevur ein vitnað og sagt: »Hvat er maður, at tú minnist á hann? Ella mannabarn, at tær kemur tað í hug (episkeptomai)? Og í Lukas 1,68: Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað (episkeptomai) hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út.

Hetta er nakað, sum Gud ger fyri okkum og síðani biður okkum gera fyri onnur. Hetta er nakað, sum vit kunnu gera í kærleika til Guds, tí hann elskaði okkum fyrst.

LES EISINI  Umsorgan - við støði í seinastu heilsan Jesusar til mammu sína og lærusveinin, hann elskaði

Um vit hugsa djúpt

Um vit eru erlig, so er tað truplari at vitja tey sjúku og tey, sum sita í fangahúsi enn at hjálpa við onkrum av hinum trupulleikunum. Tað krevur meira tíð og orku, og tað kann vera trupult og tvørligt. Tí er tað einki undarligt, at tey sjúku og tey í fangahúsi ofta eru einsamøll.

Og tó, so er hetta júst tað, sum Jesus kallar okkum at gera – at vitja tey, brúka tíð saman við teimum og koma at kenna teirra sorg og pínu. At skilja teirra tørv er meira krevjandi enn, um møguligt, at finna mátar at hjálpa teimum. Tað er at lurta heldur enn at gera.

Tá ið ein familjulimur upplivdi sálarligar trupulleikar, sum hvørki matur, drekka ella klæðir kundu gera nakað við, tá upplivdi eg, hvat vitjanir kunnu gera. Í byrjanini sá tað út, sum flest fólk skýggjaðu okkum, møguliga tí tey ikki vistu, hvussu tey kundu hjálpa okkum. Men í eini avgerandi løtu kom ein persónur á gátt.

LES EISINI  Nei, eg kann tíverri ikki hjálpa tær...

“Eg komi við nøkrum smákøkum” segði hon við bivandi rødd, tí hon visti møguliga ikki, hvussu hon skuldi gera. Men, eggjað av Gudi helt hon fram og hugdi beint inn í míni táravættu eygu og møtti mær við sonnum episkeptomai. Hon lurtaði, meðan eg oysti út av mínum ótta og stúranum, og soleiðis gjørdist hon partur av míni sorg og pínu. Tær næstu vikurnar og mánaðirnar hjálpti og stuðlaði hon mær við síni nærveru, meðan hon peikaði mær á Jesus, sum er læknin yvir øllum læknum.

Gud sendi son sín niður á jørðina fyri veruliga at kenna okkara sorg, pínu og møta okkara størsta tørvi. Og hann bjóðar okkum at vera við í nøkrum av tí týdningarmesta arbeiðnum í Guds ríku – at episkeptomai hvønn annan.

Tað er ikki altíð lætt at vitja onnur, og tað er ikki ein skjót loysn. Men tað er ein møguleika at vísa “einum av hesum minstu” Guds kærleika, tá ið sjúka ella fangilsi hótta við einsemi. Vit kunnu møguliga ikki loysa allar trupulleikarnar hjá fólki, tá ið vit tæna teimum við at vitja tey, men vit kunnu vísa teimum Guds kærleika.

Wendy Willard hevur tey seinastu 20 ári arbeitt við børnum, fyrst sum mamma og síðani sum fosturforeldur umframt at arbeiða innan ættleiðing í trimum statum í USA og Nikaragua.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina