Hjálp til at lesa Bíbliuna
Bíbliulestur er ein avgerandi partur av lívinum saman við Jesusi. Ofta krevur tað tó áhaldni og góðar vanar. Við eini bíbliulesiætlan hava vit eitt hent amboð, sum kann lætta um dagligu avbjóðingina.
Bíbliulesiætlanin frá Føroyska Bíbliufelagnum
Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum, og sunnudagar fylgja tekstarøðini í Fólkakirkjuni. Bíbliulesiætlanin fyri kirkjuárið 2024-2025 er at fáa í øllum kirkjum kring landið og kann eisini takast niður
Heinta Bíbliulesiætlan 2024-2025 her…
Niðanfyri sært tú tríggjar bíbliulesiætlanir, sum kunnu vera við til at gera lesing til ein góðan vana. Lesiætlanirnar, ið eru á donskum, eru prentvinarligar, so tú kanst prenta tær út heima.
Tann stóra søgan
Ætlanin leiðir teg ígjøgnum 1/3 av allari Bíbliuni. Summar dagar lesur tú nógv og aðrar dagar minni. Ætlanin raðfestir frásagnarbrotini. Tú fert eisini at lesa lyklabrot úr profetunum og brøvunum. Við útvaldum tekstum úr øllum fýra evangeliunum fylgir tú eisini stórum pørtum av Jesu lívi.
Dagliga lestrarmongdin er ymisk, men í miðal um 30 vers ella ein kapittul. Summar dagar lesur tú nógv meira, aðrar dagar minni.
Kelda: TilLiv.
Heinta prentvinarliga útgávu her…
Øll Bíblian og møguleiki at krossa av
Hendan bíbliulesiætlanin er eitt yvirlit yvir allar kapitlarnar í Bíbliuni, og er til tín, sum kundi hugsað tær at lisið alla Bíbliuna yvir styttri ella longri tíð. Tá tú hevur lisið ein kapittul, krossar tú av á ætlanina, so tú sært, hvussu langt tú ert komin. Tú gert sjálv/ur av, um tú vilt lesa frá byrjan til enda, ella um tú vilt flyta aftur og fram millum ymsu bøkurnar.
Kelda: Bibellæser-Ringen.
Heinta prentvinarliga útgávu her…
Les alla Bíbliuna uppá eitt ár
Við hesi bíbliulesiætlan kanst tú lesa Bíbliuna í eitt ár, har tú støðugt lesur fýra ymisk støð í Bíbliuni. Ætlanin gevur bæði fjølbroytni í lesnaðinum og betri vitan um, hvussu bøkurnar í Bíbliuni hava samband við hvørja aðra. Tú kanst eisini býta lesnaðin yvir tvey ár, har fyrsta árið fylgir fyrstu og triðju røð, og seinna árið aðru og fjórðu røð. 26 lestrar eru fyri hvønn mánað, so pláss er eisini til at taka ein steðg ella lesa aðrar tekstir.
Kelda: Bibellæser-Ringen.