Hjúnabandskeið online

Hava tú og tín hjúnafelagi hug at styrkja parlagið? So er tað kanska eitt gott hugskot at luttaka á einum Online Hjúnabandskeiði. Tær báðar donsku missiónsrørslurnar, Indre Mission og Luthersk Mission, er saman farnar at bjóða øllum áhugaðum pørum til sjey kvøld við online undirvísing.

Landsleiðarin í familjarbeiðnum hjá Indre Mission, Gitte Rasmussen, sigur at føroyingar eisini eru vælkomnir at luttaka á hjúnabandskeiðnum. Umframt Gitte Rasmussen verður familjuráðgevin hjá Luthersk Mission, Kristian Andersen, eisini vertur á skeiðnum.

Komandi hjúnabandskeið byrjar 15.mars og er á skránni tey sjey fylgjandi mánakvøldini, tó ikki 2.páskadag.

Tú kanst lesa meira um skeiðið HER

LES EISINI  Hjúnabands-vikuskifti
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina