Hjúnabandslega: At vilja og velja hvønn annan
Vikuskifti 5.-7. apríl verður hjúnabands-vikuskifti í Nesvík, har fokus verður sett á, hvussu vit kunnu styrkja okkara hjúnaband við góðari undirvísing, góðum mati, date-kvøldum og hugna har tit kunnu kobla úr gerandisliga resinum.
Undirvísarar til hjúnabandsvikuskifti eru Tina og Max Jalk úr Danmark, ið hava vegleitt og undirvíst hjúnum í 25 ár. Tey hava eitt hav av royndum og hava sæð stórt sæð allar konfliktir og støður, ið pør nú einaferð kunnu møta í teirra ferð saman.
Vikuskiftið er bæði fyri tey, ið hava tað gott og vilja styrkjast, og fyri tey, ið tosa um ella umhugsa hjúnaðarskilnað – og ikki at gloyma øll, ið liggja onkunstaðni har ímillum, siga fyriskipararnir.
Tina og Max fara m.a. at tosa um hvussu hjúnabandið er eitt maraton, hvussu vit læra at halda út ígjøgnum truplu tíðirnar, hvussu vit læra at takla konfliktir, hvussu vit broyta okkara mindset, hvussu vit kunnu liva meira málrættað, og so hvussu tað sær út, tá Guð er við í okkara hjúnabandið.
– Vit eru sera spent uppá eitt mennandi, avbjóðandi, stuttligt og hugnaligt vikuskiftið, siga fyriskipararnir. Tað verður nemliga eisini sett tíð av til bæði hugna og spæl. Harafturat verður góður matur alt vikuskifti, og eitt av kvøldunum verður eitt date-kvøld við einum góðum døgurða.
Møguleiki er nú at tekna seg til leguna, og tað er avmarkað pláss. Tað verður einans eitt par á hvørjum kamari, og tí er einans pláss fyri 25 pørum at sova í Nesvík. Umframt hetta verður møguligt hjá 15 pørum at vera við á leguni, men sova heima.