Høli mítt, borg mín, Gud mín

“Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans, sum sigur til Harrans: «Høli mítt, borg mín, Gud mín, sum á eg líti!» Tí hann tær vil bjarga frá jagarans snerru, frá drepandi sótt. Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur. Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi; ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið. Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti vernd er og verja. Bert við tínum eygum skalt tú tað síggja, revsing teirra gudleysu fært tú at skoða. Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól. Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi. Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum. Á hondum skulu teir teg bera, at tú ei fót tín skal meiða á nøkrum steini. Tú treður á slangur og ormar, leyvur og drekar traðkar tú niður. «Tí at hann meg elskar, eg honum hjálpi, eg honum bjargi, tí hann kennir navn mítt; kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru. Við æviskeiði longum eg hann vil metta og lata hann skoða frelsu mína!»” (Sálm 91).

LES EISINI  Biðið um frið fyri Jerúsalem

Eitt Gullkorn frá Martini Mohr.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina