Hópgravir avdúka ræðuleikar
Hópgravir í Irak og Sýria avdúka ræðuleikar, sum hava verið minnilutabólkum fyri. Í minsta lagi 72 hópgravir eru funnar, og óttast verður fyri, at IS hevur myrt túsundtals yazidiar, kristin og onnur í einum, sum av røttum kann nevnast fólkamorð.
Í eini frágreiðing frá The Associated Press sæst, at í minsta lagi 72 hópgravir eru funnar í Sýria og Irak, og mett verður at nógvar hópgravir aftrat verða funnar, so hvørt sum IS verður rikið úr økjunum, bólkurin hevur havt ræði á í Irak og Sýria. Hetta kann avdúka nógv størri tøl av myrdum.
Sekstan av hópgravunum í Irak eru í einum øki, sum enn er ov vandamikið at grava út, og seytjan gravir í Sýria hava avdúkað níðingsgerðir, har líkini av hundraðtals limum í einum ættbólki eru slept í somu grøv.
Altjóða herdeildir stríðast fyri at loysa býir í Irak og Sýria undan ræðinum hjá IS, men tað er ikki greitt enn, hvussu nógv deyð eru í gravunum. Tølini higartil eru metingar millum 5.000 og 15.000.
Ein irakiskur pápi greiðir frá, at hann hvønn dag koyrir til Sinjar-fjøllini, har tveir synir hansara liggja í grøvum, og at familjurnar bíða eftir at sleppa at jarða teir virðiliga.
– Vit vilja taka teir burtur haðani; har eru bara bein eftir. Men tey søgdu: Nei, teir mugu vera her, tí ein bólkur kemur higar at takast við uppgrevsturin. Tað eru tvey ár liðin, men eingin er komin enn, sigur hann, sambært Christian Post.
Hóast bæði ST og fleiri stór lond hava umrøtt fólkamorðið, sum fer fram móti minnilutum, so halda blóðbaðini fram við eini týðiligari ætlan um at útrudda heilar fólkabólkar.
AP skrivar, at í einari av teimum 72 gravunum eru bara funnin trý lík, og at hildið verður, at í teimum størstu eru túsundtals.
Uppdagingin av hópgravum hevur fyri tað mesta verið gjørd nærindis býum, sum nýliga hava verið vunnir frá IS. Ofrini hava verið bæði hermenn og sivilfólk, eisini kvinnur og børn.