Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina skal hava nýggjan formann

Eftir tilsamans 13 ár í høvuðsstýrinum, harav 10 ár sum formaður, hevur Símun Persson Jacobsen avgjørt at taka seg úr høvuðsstýrinum.

Símun Persson Jacobsen var fyrstuferð valdur inn í høvuðsstýrið í mai 2010. Í juni 2013 gjørdist hann formaður, og eru tað sostatt 10 ár í summar, síðani Símun fyrstuferð gjørdist formaður í høvuðsstýrinum.

Nógv ymiskt er hent tíðarskeiðið Símun hevur verið formaður. Ein av stóru verkætlanunum var útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík, sum var liðug í 2019.

Frælsið í Kristi hevur merkt og dirvað fráfarandi formannin. Treystliga hevur hann eggja fólki til at liva í náðini, uttan at skammast við Guds góða vilja við menniskjanum.

Símun hevur sæð møguleikar og hevur verið visiónsberin í arbeiðnum at gera Trúboðan til ein netmiðil, sum kann røkka øllum føroyingum bæði heima og úti.

Á Trúboðanum hevur Símun eisini verið við til at framleiða sendingar, m.a. Gluggin, sum er ein samrøðusending. Trúboðanum vil Símun ikki sleppa – nú hann gevst sum formaður – og vónar hann, at enn fleiri koma at síggja møguleikar í hesum miðli.

Símun hevur annars raðfest góð fíggjarlig viðurskifti, men fram um alt takkar hann Gudi fyri rørsluna og starvsfólkini, ið øll gera eitt gott arbeiði.

Símun heldur sína seinastu formansfrágreiðing á Ársmøtinum í Nesvík – leygardagin 6. mai kl. 13

Vit vilja takka Símuni hjartaliga fyri hansara trúfesti og ídni í tænastuni øll hesi árini við bøn um Guds ríku signing víðari á lívsleiðini.

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina Andrias Magnussen, aðalskrivari