Hugnaløta og prát í Meinigheithsúsinum í Vági
Fríggjadagin 13. januar er Meinigheitshúsið í Vági karmur um hugnaliga løtu, mest ætla vaksnum og eldri.
Í eina tíð hevur Meinigheitshúsið í Vági fingið gjørdar ymiskar ábøtur og nú stórsti parturin er liðugur ber aftur til at hava tiltøk í húsinum.
Við yvirskriftini: “Tann góða løtan”, kemur Hanus á Gørðum prestur at vitja og greiða frá.
Eisini er ein kaffimuður, prát, felagssangur á skránni, eins kunna verður um møguleikin at stuðla tí arbeiðinum, ið er gjørt seinasta árið.
Øll eru hjartaliga vælkomin til løtuna, ið er frá 16.00-17.30.
Meinigheitshúsið í Vági