Hugsanardagur hjá skótunum 22. februar 2025

22. februar er altjóða hugsanardagur hjá skótunum.

Her í Føroyum verður dagurin hildin við guðstænastum kring landið til minnis um stovnaran av skótarørsluni Lord Robert Baden-Powell og konu hansara Olave, sum bæði høvdu føðingardag 22. februar. Baden-Powell stovnaði skótarørsluna á Brownsea-oynni í Dorset tann 1. august 1907. Í dag eru umleið 50 milliónir skótar kring allan knøttin.

Baden-Powel legði dent á, at skótarørslan byggir á tí kristnu trúnna. Í grundlógini §3 fyri KFUM- skótarnar í Føroyum stendur: “Samskipanin er eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg.”

Skótalyftið: “Við æru míni gevi eg tað lyfti, at eg eftir førimuni vil vera trúgvur móti Gudi og landi mínum, at vera hjálpsamur móti øllum og halda skótalógina.

Í Eysturoynni hevur tað verið siður í mong ár, at halda dagin saman við skótabólkunum í oynni, og at skift verður millum bygdirnar. Í ár skipaðu skótarnir við Løkin fyri minningardegnum við gudstænastu í Fríðrikskirkjuni á Toftum, har Tummas Lykke Kannuberg, prestur, prædikaði.

LES EISINI  Alt Markusevangeliið upplisið í Fríðrikskirkjuni mikukvøldið

Eftir prædiku fingu skótarnir høvi at tendra eitt ljós og í stillum at hugsavna seg um minningardagin og skótahugsjónina.

Eftir gudstænastuna vórðu skótarnar skipaðir í bólkar til postarenning við ymiskum virksemi og uppgávum. Leiðin gekk av Toftum fram við Svangaskarði og til skótahúsið við Løkin, har skótarnir fingu nátturða umleið kl. 17.00.

Ein góður dagur, sum endaði við hugnaligum legubáli.

Lord Baden-Powell og kona hansara Olave.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina