Húsandaktkalendarin 2025
Húsandaktkalendarin er ein kalendari við andaktum til hvønn dag í árinum.
Andaktirnar eru skrivaðar av 365 ymiskum høvundum í kirkjuliga landslagnum. Hesi hava skrivað eina andakt út frá tveimum skriftstøðum.
Andaktsbókin er bygd upp sum ein kalendari, so tú hvønn dag kannst skræða eina síðu av og lesa dagsins andakt.
Vanligt hevur verið, at ein tjúkk bakpláta fylgir við, soleiðis at kalendarin kann heingjast á veggin. Hetta er broytt í ár, soleiðis at bakplátan ikki fylgir við. Ynskir tú at heingja andaktkalendarin á veggin, kanst tú antin goyma kalendarin frá í ár, ella tú kanst vera handalig/ur og gera tína egnu bakplátu av góðum kartong pappíri.
Húsandaktkalendarin fæst til keyps við bókaborðið á Stórmøtinum og á manna.fo
Prísur: 240,00 krónur.