Húsið er sum nýtt

Í fjørheyst varð ovara hæddin í Bønhúsinum í Søldarfirði umvæld, og stutt fyri jól vórðu nýgjørdu hølini tikin í nýtslu aftur. Eftir ætlan skal húsið hava altartalvu, sum lokali listamaðurin Oggi Lamhauge skal gera, og hon verður klár seinni.

– Nógv er gjørt við húsið, og okkurt smávegis er eftir enn at gera, men nú eru hølini í góðum standi. Alt er vorðið málað ljóst – tað var timbur, sum var myrknað so nógv – og gólvið er lagt av nýggjum. Eisini hava vit fingið nýggjar lampur, og seinni er ætlanin at húsið skal hava altartalvu, sigur Hans Erik Hansen, formaður í húsinum.

Húsið varð bygt sum missiónshús í sínari tíð, og fyri 30 árum síðan varð tað bønhús eftir ynski frá fólki á staðnum. Síðan húsið varð bygt hava møti og lestur verið hildin í húsinum.

– Tað er sjómanskvinnuringurin í húsinum, sum hevur gingið undan í at gera í stand, og bæði tær og onnur fólk hava fylgt við arbeiðinum, meðan tað hevur verið í gongd. Nógv fólk hava verið og tikið eina hond í, og tey skulu øll hava ein stóra tøkk, sigur Hans Erik.

 

Ætla at gera altartalvu

Stýrið fyri Bønhúsið hevur samtykt, at rúmið, sum bæði verður nýtt til gudstænastur og møti, skal hava altartalvu, og hevur í hesum sambandi heitt á lokala listamannin Oggi Lamhauge um at standa fyri at listprýða rúmið. Hann hevur arbeitt við ætlanum fyri verkið, og hann greiðir frá:

– Grundtankin í verkinum er tað æviga út frá seinnu komu Krists, og ætlanin er at lýsa hetta við symbolum og litum, orsakað av at tað æviga er uttanfyri hugflog og myndafatan hjá fólki. Altartalvan er eitt fyri kirkjulist siðbundið veggskáp, sum kann latast upp og aftur. Tó er tað næstan altíð opið, so at myndin sæst. Myndin, sum sæst við afturlatna skápinum, er tað jarðiska, har menniskju í brotum skoða inn í og skilja ævinleikan. Ein hugsan við hesum er bíbilska myndatalan úr Opinberingini 3,8: “eg havi latið dyr standa opnar fyri tær”, sigur Oggi