Húskirkjur byrjaðu hjá islamisti

Eitt stórt húskirkjunetverk byrjaði í húsunum hjá einum islamisti, sum kom til trúgv á Jesus.

Tað sá út sum, at Ali kom beinleiðis úr eini hernaðarligari venjingarlegu. Hann hevði sítt skegg, soleiðis sum islam kravdi, og hansara hjarta og sinn var fylt við versum úr koranini.

Ali var ein væl kendur muslimskur leiðari í einum stórum býi í Norðuriran. Bara við eini tveimum-trimum telefonsamrøðum kundi hann savna eina mannafjøld kring seg. Hann var ikki ein, tú ynskti at verða ósamdur við.

Men tað var júst tað, sum Hassan vágaði. Hassan var ein íðin trúboðari við muslimskum uppruna, og hann vildi ikki tiga um Jesus. Tá ið kristni Hassan sá Ali vísa seg sum ein militantan islamist, så hann inn um tað síða muslimskt kravda skeggið og inn í tað tóma hjartað innanfyri. Hann lutaði gleðiboðskapin við hann. Helst kom tað óvart á, men Ali varð ikki óður; hann varð forvitin. Í ein mánað spurdi hann Hassan um hetta, og eitt kvøld fór hesin fyrr víðgongdi muslimurin niður á knø og bað Jesus um at koma inn í sítt lív.

 

Øll familjan kom til trúgv

Ali ynskti, at Hassan vildi koma og luta gleðiboðskapin við hansara familju. Eitt kvøldið kom Hassan, og har møttist hann við ellivu fólk í familjuni hjá Ali. Hassan var eitt sindur fjálturstungin, tá ið hann byrjaði at tosa, men tey lurtaðu øll væl eftir honum.

Til endans spurdi Hassan, um nakar var, sum vildi bjóða Jesusi inn í sítt lív. Allir limirnir í familjuni hjá Ali rættu hondina upp. Tey vórðu øll kristin tað kvøldið.

Frá tí degnum byrjaði ein húskirkja í húsunum hjá Ali, og so hvørt, sum onnur hoyrdu hansara vitnisburð, vaks netverkið kring húskirkjuna. Eftir eitt ár vóru tey 60 fólk, og eftir tvey ár vóru tey næstan 250.

Ali er eitt dømi um, at nøkur av teimum menniskjunum, sum vit ikki vænta nakrantíð fara at trúgva, leingjast í hjørtum sínum eftir at koma til trúgv á Jesus.

 

Stórur kirkjuvøkstur í Iran

Áðrenn islamisku kollveltingina í Iran í 1979 varð mett, at eini 500 fólk høvdu skift trúgv frá islam til Kristus. Ein varlig meting í dag sigur, at talið er vaksið til 370.00.

Hildið verður, at líka nógvir iranarar eru komnir til trúgv á Jesus seinastu 25 árini, sum seinastu 1300 árini tilsamans.

Kelda: forfulgtekristne.dk