Hvaðar gongur leiðin?

Nú val er útskriva og vit um stutta tíð aftur skula taka støðu til,hvar krossurin skal setast, eru helst fleiri, ið nýta høvið til at hugsa um, hvat er hent hesi árini og hvat vit høvdu ynskt fór at hendakomandi valskeið.

Vit og okkara samfelag hava verði ígjøgnum nógv, síðani seinasta Løgtingsval. Bara eg nevni Korona og Ukraina, koma nógv minnifram fyri okkum. Hesi bæði orðini og tær avleiðingar tey hava førtvið sær, fylla eisini í dag, tað seinna helst meira enn tað fyrra. Men tað er eisini so nógv annað vit kunna hugsa um – og so er tað framtíðin…

At okkara samfelag hevur verið fyri og stendur fyri stórum broytingum, er neyvan ivi um. Hesar broytingar koma at ávirka øll okkara viðurskifti, so ella so. 

Um vit hyggja út um bøgarðarnar grannarnar og víðari út í heim, er tað ikki smávegis, ið møtir okkum. Fólk ríma undan ófriði,umhvørvisligum og búskaparligum ávirkanum av ymsum slagi, so talið av flóttum neyvan nakrantíð hevur verið størri. Órógveyðkennir fleiri av heimsins londum; eisini tey, ið áður hava sæð út til at standa stinn.

Og her heima er eisini røringur í . Hvørjum skula vit fara í parti við og hvussu skula vit fyrihalda okkum til avbjóðingarnar, sum banka uppá. Á so mangan hátt, bjóðar gerandisdagurin okkum av og við teimum avgerðum vit taka, broytast vit sjálvi og vit síggja,at onnur eisini broytast í sinn og skinn.

Hetta er nú ikki nakað nýtt. Fólk hava til alla tíð, stríðst við at broyta sínar umstøður ella laga seg til broyttu umstøðurnar. Nú eru tað so vit, sum standa við ábyrgdini og skula avgerða hvat vit vilja berjast fyri – at broyta veruleikan ella lata hann broyta okkum.

LES EISINI  Advent - síðstu tíðirnar

Tilveran, við sínum avbjóðingum ella trupulleikum, kann skjótt fylla okkum við ótta. ALT KANN JÚ BROYTAST! Men, er so einki sum vit kunna halda í og vita okkum trygg við? Kann tað sum var gott í gjár, vera ónt í dag, ella tað sum er ónt í dag, vera gott í morgin? Um so er, hava vit veruliga grund til at óttast, tí tá er munurin millum ónt og gott, bara ein spurningur um hvørji tíð vit liva í.

Hvat er tað mín sannføring byggir á? Er trúgv og moralur bara nakað, sum er grundað á uppvøkstur og okkurt meira ella minni tilvildarligt? Er tað ein innari Gud, egin vísdómur og argumentir, ja humanismu, sum vit byggja á? Við álitið á egnan mátt og megi, er tilveran sanniliga skirvislig. Alt menniskjaligt hevur í hvørtfallein stóran veikleika – menniskja!

Men tíbetur er ein annar veruleiki til. Tað eru ting ið ikki broytast, umstøður og ”innstøður” íroknaðar. Bíblian sigur: ”Jesus er í gjár, í dag og til ævigar tíðir hin sami” (Hebr. 13,8). Hansara orð verða standandi í alla tíð, tá-, nú- og framtíð. Somu orð, sum skaptu hendan heim og alt sum í honum er, fara eisini at standa, tá alt rundan um okkum fellur til grundar; hvørt tað so er okkara lív,tilvera ella allur heimurin.

LES EISINI  Snildfonir gera okkum býtt ...

Nógv menniskju hava yvir tíð og stað, sagt ymiskt, ið kann minna um tað, sum vit hava lisið omanfyri. MEN – har er bara ein, ið enn stendur við sítt orð og framvegis er ein livandi veruleiki, sum vísur seg í lívinum hjá 100-tals milliónum um allan heimin. 

Pætur hevði roynt sínar egnu leiðir, sín egnan vísdóm og kreftir, men hann kom eitt kvøldið til støðuna, har sanna dygdin í sjálvsálitið og egin góðsku, blivu avdúkað so dyggiliga. Og hesa niðurstøðu fer hvørt menniskja, ja øll mannaættin, eisini at koma til fyrr ella seinni! 

Aftaná hetta hálsaði Pætur um og legði á annan bógv. Hann tók við orðunum hjá Jesusi: ”Fylg tú mær!” (Jóhs. 21,22).

Líka mikið hvat ella hvønn vit velja politiskt, so koma vit aldri at velja rætt. Bara við at velja og fylgja honum, sum sigur ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóhs. 14,6), kunna vit hyggja við gleði og dyrvi at tí farna, nútíð og framtíð. 

Guð havið lov – tað er møguligt at standa trygt! Jesus er svarið og bara hann er grundvøllurin, ið ikki vikast. 

”Lat okkum … við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyrisett, við at líta til … Jesus, … sum bar krossin við toli, … fyri at tit ikki skulu troyttast…” (Hebr. 12,1-3)

LES EISINI  Hvar finni eg hin sanna friðin?

Gunnar K Nattestad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina