Hvagar gongur tín leið?
“Eg spyrji meg sjálvan, hvagar gongur mín leið”. Hetta kenda brotið úr kendum føroyskum sangi, ið vit so ofta hava lurtað eftir og sungið. Men hvussu ofta hevur tú spurt teg sjálvan henda spurningin? Ein spurningur, sum vit hava lætt við at spyrja onnur um, hvar tey fara. Men hvagar gongur tín leið? Hvagar gongur mín leið? Hvagar gongur tín leið, tá tíðin hjá tær her á foldum er liðug? Hetta er ein spurningur, sum vit kunnu spyrja okkum sjálv dagliga.
Mirian Mouritsen skrivar:
Vit kenna eisini kendu orðini frá fjallaprædikuni – í Matteus 7,13: ”Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann”.
Jesus vil, at tú velur at ganga inn um tað tronga protrið og eftir tí smala vegnum. Hetta er vegurin, ið førir til ævigt lív saman við Gudi.
Er hetta eisini leiðin, sum tú vilt ganga? Ella gongur tú bara og hevur als ikki hugsað um, hvønn veg tú gongur? Finn inn á tann rætta vegin og brúka ta kumpass, sum tú hevur fingið til at nýta – Bíbliuna! Hon vil vísa tær á rætta vegin og leiða teg inn um tað tronga portrið.
Jesus vil hava eitt livandi samband við okkum, har vit dag og dagliga koma fram fyri hann í bøn og brúka tíð saman honum.
Tí hevur tað eisini týdning, at vit javnan spyrja okkum sjálv, hvagar okkara leið gongur, og biðja Gud rannsaka okkara hjørtu og vita, hvønn veg vit ganga.
Sálmur 139,23: ”Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!”
Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 4/2015