Hvalvík og Streymnes á legu í Nesvík

Bygdalega hjá Hvalvík og Streymnesi var farna vikuskifti í Nesvík. Umleið 200 fólk høvdu teknað seg til leguna og má hetta sigast at vera ein sera góð undirtøka. Magnus Fuglø úr Kirkjuráðnum í Hvalvíkar kirkju sigur frá góðum lagi, hugnaligari samveru og 2 døgum, har trivnaður og felagsskapur var góður.

Skráin varð sambært Magnusi við vilja ikki so pakkað, fyri at tað skuldi verða tíð at vera saman og koma hvør øðrum við. Leygardagin var veðrið gott og tá vórðu mongu uttandura hentleikarnir nýttir til fulnar, bæði bátar, hoppipúta, spælipláss, vøllur oa.

Smáu børnini nýttu loftstovuna at síggja teknifilm meðan størri børnini høvdu juniortiltak í høllini. Seinni um kvøldið fingu størri børnini tíð og rúm heilt til sín sjálvs. Ráhugni við “snaski”, filmi og alt sum hartil hoyrir. Kioskin varð eisini hesuferð nógv nýtt.
Sunnudagin varð gudstænasta hildin í høllini.
Maturin, sum varð gjørdur av góðum “lokalum” kreftum, var eisini sera góður, leggur Magnus at enda afturat.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina