Hvalvíkar kirkja hátíðarheldur 190 ára dagin við morgunmati, hugleiðing og hátíðargudstænastu

Í sambandi við at Hvalvíkar kirkja er 190 ár, verður hátíðargudstænasta 1. sunnudag í advent, sum í ár 1. desember, klokkan 12. Jákup E. Petersen prædikar, og Kristiliga Sangkórið undir leiðslu av Sámali Matras syngur.

Eftir gudstænastuna hugleiðir Gunnar Joensen um kirkjuna.

Áðrenn gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið morgunmat í missiónshúsinum, frá klokkan 10.

Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur kirkjuráðið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina