Hvar finni eg hin sanna friðin?

Tað er nógv frammi í dag um, at mong menniskju – serliga mong ung – hava tað ringt sálarliga og kensluliga.

Hvat er orsøkin til hetta, kunnu vit spyrja ?

…og hvar leita vit okkum ráð ?

Trúgvi, at tað fyri ein part er tíðin, vit liva í, sum er orsøkin. Vit eru øll so upptikin av øllum, sum okkum býðst, at vit hava ikki tíð til at savna okkum um tað, sum er gott fyri okkum – fyri sinnið.

v41 Men Harrin svaraði og segði við hana: «Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; 
v42 men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.»
Luk 10,41-42

Í Orðinum, sum vit júst lósu omanfyri, síggja vit, at Marta hevur so nógv um at vera, at hon hevur ikki tíð at lurta eftir tí, sum Jesus hevur at siga. Ikki tí, at hon hevur nakað ímóti tí, men hon hevur so nógv annað um at vera, at hon missir tað, ið hann sigur. Ístaðin heldur hon, at Maria, sum situr og lurtar eftir Jesusi, heldur átti at stákast við henni.

Mær tykir, at hetta er ein góð mynd av okkum í dag. Myndaliga talað eru vit mong sum Marta, at vit hava sum so einki ímóti Jesusi og vilja honum og børnum hansara alt tað besta, men missa sjálvi fokus. Kanska enn tá soleiðis, at vit fara at havast at teimum, sum myndaliga talað sita við Jesus føtur, – tað eru tey, ið lurta, verða áfylt og bera gleðiboðini víðari. 

Sum við Martu er okkurt grundleggjandi galið við okkum, tí vit geva okkum ikki tíð at vera saman við Jesusi, og vandi er fyri, at vit sovna andaliga.

Ráð Jesusar til Martu eru samstundis ráð Jesusar til hvønn einstakan av okkum. Hann sigur: Tú gert tær ónáðir og stríð av mongum. Eitt er neyðugt, og tað er at velja hin góða lutin, sum er at velja at fáa dagliga áfylling av Orðinum við bøn, lestri og heilaga samfelagnum og soleiðis verða varðveitt/-ur.

Og her er tað, at hvør einstakur okkara má biðja um at verða styrkt/-ur í trúnni og mest týdningarmikið, biðja um at verða varðveitt/-ur í trúnni.

Og ráðini til tann leitandi, sum ynskir at verða eitt Guds barn og sum vil finna hvíld og frið í tí:

Jesus sigur:

Komið higar til mín øll tit, ið ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.  (Matt 11,28)

Tann, sum kemur til mín,  vil eg als ikki koyra burtur.   (Johs 6,37)

Tí at hvør tann, sum ákallar Guds navn, skal verða frelstur   (Róm 10,13)

Sæl eru tey, sum hoyra Guds orð og varðveita tað  (Luk 11,28)

Eg orki alt í Honum, ið ger meg sterkan    (Fil 4,13)

Og tá tú so spyrst: Hvussu kann eg so koma hartil, at Guðs orð gerst livandi fyri mær ?

Jú, øll hesi sælu orð og fleiri við teimum finnur tú við at leita hagar, sum Guds orð ljóðar, lesa í Bíbliuni, og við at halda bøn.

Mangir góðir sálmar eru at finna um hetta evnið í sálmabókini. Sálmur nr 411 hjá Mikkjali á Ryggi ljóðar soleiðis:

Bønin er mín himmalstigi,
lyftir meg frá hesi verð;
Faðir, tá eg til tín biði,
upp frá jørð mín andi fer,
leitar til tín ljósa sal;
vegin vísir orð títt væl.

«Biðið, og tit skulu fáa!”
Hetta orð títt styrki ber
teimum, sum móti himli tráa
troytt av hesi vándu verð.
Harrans bøn, várt Faðirvár,
grøða kann hvørt syndasár.

Ei má heimsins sorg oss tyngja,
faðir vár í himli býr;
orð hans ugga kann og yngja
hvørt Guds barn, sum á hann trýr.
Hvør, sum himlavegin fann,
halgan frið og sælu vann.

Lat so heimsins børn oss háða,
ei tað okkum nerva skal;
løn Guð letur okkum fáa,
leiðir okkum í sín sal.
Biðja vit í Jesu navn,
blítt hann tekur oss í favn.

Mátti tað veri soleiðis, at hvør einstakur okkara fær tað soleiðis, at tað týdningarmesta her í lívinum er at gera sum Maria:  At setast við Jesu føtur, sum merkir: At leita til Jesus, takka Honum fyri frelsuverkið á Golgata og fylgja Honum.

Tá finna vit hin sanna friðin.

Og Jesus vil tá taka ímóti okkum við opnum ørmum og fylgja okkum í øllum verkum okkara líka til, at okkara tími kemur.

Tá hvíla vit í tí, sum Jesus sigur í Matt 28, 20b

“Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda

Bestu heilsur
Asbjørn Mikkelsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina