Hvat er ein vónarberi?

Meg droymdi í morgun kríggj og flóttar, fólk í neyð, og mitt í hurlivasanum hoyrdi eg rødd Guðs: ”Mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” – Og so vaknaði eg. Hvat var tað, sum eg hevði droymt? Eg kendi Guð so nær, merkti hesa útrættu máttmiklu hond, sum gjarna vil geva og gera allan munin fyri okkum menniskju.

Hvat vil Guð? Hann vil vera okkum nær.

Hann vil vælsigna. Hann vil varðveita. Hann vil vera náðigur. Hann vil fyrigeva. Hann vil lýsa fyri okkum. Hann vil lata sítt navn hvíla á okkum hvønn dag.

Eg kann fara í kirkju og hoyra prestin bera mær vælsignilsi. Eg kann lesa tað sjálv og soleiðis ogna mær orð Guðs í 4. Mós 6,24-26:

”Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!”

Og eg kann rista signingina yvir høvur og bringu: Í navn Guð Faðir, Guð son og Guð heilaga anda. Jesu Kristi kross merki, Jesu Kristi kross merki, Jesu Kristi kross merki, standi ímillum meg og alt tað ónda. Ja, soleiðis kann eg signa meg og míni við ommusa signing og vita, at Guðs signing er yvir mær og mínum.

Hvat so við øllum hinum?

Er signingin eisini til tey?

“Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami!” Hebr.13,3

Tað, eg havi brúk fyri, hava tey eisini brúk fyri.

So nú veit eg, hvussu eg skal biðja, tí eg veit, hvat liggur honum á hjarta. Hann ynskir at gera ein mun í mínum lívi og í teirra lívi. Soleiðis er alt Guðs orð livandi!

Wilson Gueda segði: Bygg á Sannleikan, ikki á veruleikan. Hvat merkir tað? Alt, sum tú sært við eygunum kann broytast. Men Guðs sannleiki, Guðs orð, hevur ævigt virði. Tað er satt og álítandi!!

”Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga,” sigur Jesus í Lukasi 21,33

Sá hesa sterku mynd frá Syria.

Hvat merkir tað at vera ein vónarberi?

”Ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær?” Róm 8,24

Hvat hevur hesin drongurin brúk fyri?

Hann hevur brúk fyri at verða møttur av Honum, sum segði: ”Mín frið gevi eg tykkum, eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki.”

Jóh. 14,27

Kann eg sita í mínari sofu og biðja um tað? JA!

Tú kanst koma honum til hjálpar við tínari forbøn. Tí Guð svarar bøn, tá tað er okkurt hann kann standa inn fyri!

Tá eg lesi lyftini frá Guði, so eru tey eisini ætlað til míni medmenniskju, eisini tey, eg síggi á mínum skermi.

Her eru trý veldig forbønarvers, sum eg altíð kann taka fram og ogna mær og mínum næsta, hvar hann so er staddur.

”Á tí degi skal Harri herliðanna verða teimum,
ið eftir eru av fólki hans, ein prýðiligur kransur og glæsilig krúna,
ein rættlætis andi hjá teimum, ið sita í dómarasæti,
og hetjumáttur hjá teimum, ið reka fíggindan út um borgarliðið.”
Jesaja 28,5-6

”Støðugt skal Harrin leiða teg og metta teg í oyðisondum; hann gevur tær kraft av nýggjum, tú verður sum vatnríkur aldingarður, sum kelduvað, har vatnið ongantíð trýtur.

Tá byggir tú aftur á aldargomlum toftum, fyrndargamlar rustir reisir tú aftur; tá verður tú nevndur: «Bøtari av borgargørðum», «Endurnýggjari av bygdavegum».” Jesaja 58,11-12

”Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.” Jer. 29,11

Takk Guð,
Takk fyri, at Tú gert allan munin 🙂