Hvat er mest neyðugt, tá tú fert til lækna?

Hvat er mest neyðugt, tá tú fert til lækna? At vera reinur, vita, hvar tú hevur ilt og hvussu leingi pínan hevur plágað teg?

Jú, nógvir spurningar mala í høvdinum tá, tí tað eru tey sjúku, sum tørva læknahjálp, og ikki tey frísku, sambært Jesusi.

Tá alt kemur til alt, er tað eitt, sum veruliga er neyðugt hjá læknanum: At hann tekur sjúklingin í álvara og sigur sannleikan.

So er tað eisini gott, um sannleikin verður sagdur á ein pedagogiskan og vinarligan hátt. Fleiri keðiligar søgur eru um tað øvugta og at læknar eru dømdir fyri fusk ella at hava tagt við sannleikanum.

Føra vit hesa læknamyndina yvir á tann, sum boðar Guds orð, hvat er so tað mest umráðandi at siga? Sannleikan. Ikki sannleikar, sum ávís fólk hava, ella tann, sum boðarin sjálvur hevur, ella tann, sum nú einaferð meirilutin av fólkinum hevur, men Bíbliunnar sannleikar. Bíbliunar sannleikar standa svart uppá hvítt. Jesus segði jú fleiri ferðir: Skrivað stendur!

LES EISINI  Hvat er sannleiki?

Er tað álvarsamt hjá lækna at tiga við sannleikanum ella at tosa uttanum hann, so er tað nógv meiri álvarsamt at tiga við bíbilska sannleikanum ella siga nakað annað. Hjá læknanum kann tað føra til likamligan deyða fyri sjúklingin, men tað kann føra til ævigan deyða – glatan – hjá tí, sum ikki fær at vita bíbilska sannleikan.

Ezekiel skrivar: “Tá ið eg (Gud) sigi við hin gudleysa, at hann skal doyggja, og tú ikki varar hann við og ikki biður hann víkja frá sínum vánda vegi til tess at bjarga lívi sínum, tá skal hin gudleysi fullvæl doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara vil eg krevja av tíni hond. Men varar tú hin gudleysa við, og hann tó ikki víkur frá gudloysi sínum og vánda vegi, tá skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað lívi tínum” (3,18-19).

Hvør er so í stuttum bíbilski sannleikin, sum ikki má tigast við?

Tú ert ein syndari, sum als ikki kann frelsa teg sjálvan. Tú hevur hvørki hildið Guds boð í hugsan, orðum ella í gerðum. Skalt tú tí fáa, sum tú hevur uppiborið, frá tí heilaga og rættvísa Gudi, so kann tað ikki vera annað enn glatan.

LES EISINI  Hvat er sannleiki?

Kortini elskaði Gud teg – og øll hini – so nógv, at hann gav son sín í deyðan fyri teg og øll hini. Jesus uppfylti lógina, toknaðist Gudi og var líka heilagur og rættvísur sum Gud. Hann hóskaði saman við Gudi.

Henda Jesus legði Gud alla heimsins synd á, so hann var eitt syndaoffur, offur fyri tína og alla heimsins synd. Jesus doyði og rindaði við blóði sínum tína syndarokning. Hann breyt deyðans og syndarinnar vald og reis upp, sum prógv um at hann var uttan synd.

Jesus er tí trygd fyri, at Gud kann fyrigeva tær synd tína, tá tú biður um tað. Samstundis fært tú í og við trúgv á Jesus tilroknað hansara rættvísa lív, so tú stendur reinur og rættvísur fyri tí heilaga Gudi og ert fyrigivin = frelstur. Soleiðis kann Gud frelsa – og bara soleiðis.

Fyrigeving syndanna, náði, miskunn eru tí at fáa hjá Jesusi – og onga aðrastaðni.
Jesus er einasti frelsari, sum kann sameina teg aftur við Gud, skapara tín.
Tann, sum tí hevur sonin, hevur lívið. Tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið (1 Jóh 5,12).

LES EISINI  Hvat er sannleiki?

Jesu “læknahendur” eru tær bestu og neyðugastu – og tær ævigu!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina