Hvat ger Heilagi Andin?

Vit hava áður skrivað, at Heilagi Andin er ein persónur. Ikki ein gátufør, ópersónlig kraft. Men hvørjar uppgávur hevur Heilagi Andin? Hvat fæst hann við?

Opna tær nú Bíbliuna og les Jóhannes evangeliið 16,5-15.

Her lesa vit um tríggjar av Heilaga Andans uppgávum:

  1. Hann sannførir. (8. vers)
  2. Hann vegleiðir. (13. vers)
  3. Hann dýrmetir. (14. vers)

Strika undir hesar framsagnir í tíni Bíbliu. Og lat okkum royna at siga eitt sindur um tær her.

1. Heilagi Andin sannførir um synd, rættvísi og dóm.

“Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur” (8.-11. vers).

Tað er munur á at læra nakað og at verða sannførdur um nakað.

Lærdómur kemur uttanífrá. Sannføring veksur fram innanífrá.

Í einum lærdómi kanst tú taka prógv. Av eini sannføring kanst tú doyggja. Ígjøgnum Bíbliuna vil Gud læra teg sannleikan at kenna – uttanífrá. Við Heilaga Andanum vil Gud sannføra teg um sannleikan – innanífrá.

LES EISINI  Verðið fyltir av Andanum

Heilagi Andin sannførir um trý viðurskifti:

  • Synd: Miðdepilin í allari synd er vantrúgv. Trupulleikin hjá tí ófrelsta menniskjanum er, at tað ikki vil trúgva á Jesus!
  • Rættvísi: Jesus hevur verið í heiminum og gjørt frelsuverkið liðugt. Nú er hann í himlinum hjá Faðiri sínum. Við hesum frelsuverki kunnu eisini vit náa himmalin!
  • Dómur: Guds mótstøðumaður, Djevulin, er undir Guds dómi. Tað sama er galdandi fyri tann, sum ikki vil lata seg frelsa: Tann, sum stendur ímóti Gudi, hevur onga framtíð!

2. Heilagi Andin vegleiðir til sannleikan.

“Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum” (13. vers).

Sannleikans Andi. Hetta er eitt tað mest tignarliga navn á Heilaga Andanum.

Sannleikans Orð. Hetta er navnið á Guds orði, Bíbliuni.

Hesar framsagnirnar siga nakað um tætta sambandið, sum er millum Heilaga Andan og Bíbliuna.

Tað var Heilagi Andin, sum vegleiddi og gav teimum menniskjum íblástur, sum skrivaðu niður boðskapin í Bíbliuni: Ápostlunum og profetunum. Og tað er Heilagi Andin, sum í dag vegleiðir okkum, tá ið vit lesa Bíbliuna, so at vit kunnu skilja tað, sum Gud sigur við okkum.

LES EISINI  Hans-Ole Bækgaard: Hvat fer at henda? - Arbeiði Heilaga Andans í okkum og í allari kirkjuni

3. Heilagi Andin dýrmetir Jesus.

“Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum” (14. vers).

Orðið “dýrd” merkir “ljósljómi”, “geisli”. Orðið “dýrmeta” merkir “at lýsa ella varpa ljós á”. Hetta er Heilaga Andans høvuðsuppgáva: Hann skal varpa ljós á Jesus. Gera hann stóran og ómissandi hjá hjørtunum.

Tú, sum hevur fingið brúk fyri Jesusi, hevur havt meira samskifti við Heilaga Andan, enn tú gert tær far um!

Heilagi Andin hevur ongan áhuga í, at vit skulu gerast mest upptikin av honum. Heilagi Andin tekur seg afturum, so at vit skulu gerast mest upptikin av Jesusi. Hávirða, elska og fylgja honum.

 

Til umhugsanar…
“Tí at so mong, sum verða leidd av anda Guds, tey eru Guds børn” (Róm 8,14).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina