Hvat merkir Kristi himmalsferðardagur fyri meg?

Ímynda tær, hvussu familja og vinir Jesu munnu hava havt tað, tá ið hann varð fongslaður, illa viðfarin, krossfestur, deyður og lagdur í eina grøv! At teirra sonur, beiggi og allarbesti vinur nú var farin, og at tey ongantíð skuldu síggja hann aftur.

Í øllum frágreiðingunum um Jesus síggja vit, at tey, sum høvdu kent Jesus, høvdu mist ein kæran. Tey vóru í djúpari sorg og vistu ikki, hvat tey skuldu gera ella halda – inntil hann reis upp og aftur var ímillum teirra!

Nakað, sum fleiri kunnu kenna seg aftur í, er at missa ein kæran. Tað, sum tey fæstu kenna seg aftur í, er at uppliva, at fólk venda aftur frá grøvini. Men aftur her vísa allar frágreiðingarnar, at Jesu lærusveinar, sum í hvussu er taldust yvir 500, sóu hann livandi – inntil hann varð tikin upp til himmals.

Hesi upplivdu at missa Jesus fyri aðru ferð. Men hesaferð vísa frágreiðingarnar eina heilt aðra mynd.

Hesaferð er ikki talan um djúpa sorg, men um inniliga bøn og stóra vón. Lærusveinarnir, nakrar kvinnur og Jesu familja hildu saman í bøn.

LES EISINI  Kristi himmalferðardagur

Hví?

Nú trúðu tey við djúpari vissu enn fyrr. Nú høvdu tey sæð og merkt Jesus upprisnan ímillum sín. At hann veruliga var tann, hann segði seg vera. Nevniliga sonur Guds. Eisini trúðu tey Jesu lyfti um, at hann mátti fara til Faðirin, tí at tað var betri fyri tey.

Í Jóhannes-evangeliinum lesa vit Jesu orð:

–        Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann,

–        Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara.

–        Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann,

–        og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum.

Tað var trúgvin og álitið á hetta lyftið um, at Jesus sjálvur skuldi koma aftur til teirra og saman við Faðirinum og Andanum búgva í teimum og vera hjá teimum, sum elska Jesus og vísa tað við at varðveita orð hansara. Av hesi grund vóru tey ikki sorgarbundin meir enn so, men bíðaðu spent og tolin í bøn. Og so kom Andin á hvítusunnu.

LES EISINI  Kristi himmalferðardagur

Afturat hesum ger Jesus eitt stað til reiðar til tín. Hesin staður kemur einaferð, tá Gud avger, og tá verður hesum heimur nýskapaður til nýggja jørð og nýggjan himmal. Tá kemur Jesus aftur, eins og hann sást fara burtur. Fysiskt, sjónligt og á skýnum. Munurin verður, at tá kemur hann at halda dóm heimsins. Til ræðslu fyri mong, men til frelsu fyri tey útvaldu – Guds børn.

Inntil tá er Jesus hjá hvørjum, sum tekur ímóti honum, og býr hjá tær í trúnni!

Og gevur kraft til at bera gleðiboðskapin til menniskju uttan at hugsa um fylgjurnar.

Andligi veruleikin er, at tú, sum ert í Jesusi, longu nú situr saman við honum við høgru hond Faðirsins. Hetta skal geva tær mót, eins og Stefan fekk mót og kraft at fyrigeva teimum, sum steinaðu hann, tí hann sá himmalin latast upp og Jesus reisa seg við høgru hond Gud. Hann var vísur í, at Jesus ein dag fer at koma aftur at halda dóm yvir alla órættvísi!

LES EISINI  Kristi himmalferðardagur

Fyri meg merkir Jesu himmalsferð tískil, at Jesus býr í mær og gevur mær kraft at bera gleðiboðskapin til onnur, inntil hann kemur aftur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina