Hvat sigur tú um tína synd?

Í fyrsta brævi sínum skrivar ápostulin Jóhannes soleiðis: “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum” (1 Jóh 1,9-10).

Tað er okkara støða til syndir okkara, sum Jóhannes her skrivar um. – Hvat sigur tú um tína synd? spyr hann hvønn einstakan okkara.

Og hann heldur fram við at siga, at tað eru bert tveir valmøguleikar. Tú kanst siga, at tú ikki hevur syndað, ella tú kanst játta tínar syndir.

Tann, sum sigur, at hann ikki hevur syndað, ger Gud til lygnara. Hann sigur nakað annað um seg sjálvan, enn Guds orð sigur.

Tað er ein álvarsom støða at koma í.

Tann, sum játtar sínar syndir, boyggir seg fyri Guds talu.

At játta merkir “at siga tað sama sum”, skrivaðu vit í seinastu grein. Gud hevur talað, bæði um lyndið í syndini og syndarans glataðu støðu. Tann, sum játtar sínar syndir, gevur Gudi rætt. Hann sigur um seg sjálvan tað, sum Gud longu hevur sagt í sínum orði. At syndarin er sekur til deyða. Uttan Guds frelsu fer hann í æviga glatan. Hansara einasta bjarging er at møta Jesusi og tí frelsuverki, sum hann fullgjørdi fyri øll menniskju.

LES EISINI  Tú hevur fingið eina náðigávu

Hvat sigur tú um tína synd? Fjalir tú hana, ella játtar tú hana? “Tann, sum dylur misgerðir sínar, fær onga eydnu, men tann, sum gongur við tær og letur av teim, skal finna miskunn” (Orðt 28,13).

Ert tú í iva um, hvat ið er rætt?

Hví skulu vit játta okkara syndir fyri Gudi? Tvey eru svarini upp á henda spurningin.

Fyrst:

At játta sína synd kemur úr ærligum hugburði. Tú vilt ikki fjala nakað fyri Gudi. Heldur ikki tað, sum er mest sárt í lívinum.

Synd og óreinsku, órøkt og brotsgerðir. Tú vilt liva opið við Jesusi. Ganga í ljósinum. Hetta er einasti máti, har tú í trúnaði kanst varðveita sambandið við Jesus.

“Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd” (1 Jóh 1,7).

Víðari: At játta sína synd hevur fyrigevingina í sær. Í orðinum, sum vit júst endurgóvu, stendur so væl: “Blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd”  Og í Fyrsta Jóhannesarbrævi 1,9 stendur hetta: “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.”

Gud er trúfastur. Tað merkir, at hann stendur við síni orð um náði og fyrigeving fyri Jesu skuld. Gud er rættvísur! Tað merkir, at Gud, av tí at hann dømdi Jesus sekan í okkara stað, kann frídøma okkum fyri Jesu skuld.

LES EISINI  Orðið og trúgvin (2)

Játta tínar syndir fyri Gudi! Liv í tí fyrigeving, sum verður rætt tær við naglamerktum hondum.

 

Til umhugsanar

Ein nýfrelstur vitnar soleiðis: – Eg kom til Jesus við einum lastbils-lessi av synd. Men hjá Jesusi møtti eg einum trailara, fullur av náði!
Hetta kanst tú eisini uppliva.

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina