Hvat skulu vit halda um Paulus?

Hvat skulu vit halda um Paulus? Hann var hóast alt ikki ein av Jesu lærusveinum, spyrja mong.

Paulus hevur skrivað næstan helvtina av bókunum í Nýggja Testamenti, men hví skulu kristin veruliga lurta eftir honum?

Paulus var ongantíð ein lærusveinur hjá Jesusi, tá ið hann gekk á jørðini. Hví skulu vit so lurta eftir honum?

Hvør var Paulus?

Paulus (fyrr Saul) varð føddur í býnum Tarsus, sum er partur av nútíðar Turkalandi. Foreldur hansara vóru jødar, men tey vóru eisini rómverskir ríkisborgarar.

Á ungum aldri fór hann til Jerusalem í læru hjá einum rabbinara, nevndur Gamaliel, og gjørdist meira og meira eldhugaður í trúnni á jødisku læruna.

Hetta fekk hann at síggja tað sum sína gudgivnu uppgávu at forfylgja teimum kristnu, sum søgdu, at Gud hevði opinberað seg í Jesusi Kristi sum hin lovaða Messias:

“Men Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór hús úr húsi og dró haðan bæði menn og konur og koyrdi tey í fangahús”. (Áps. 8,3).

Broytingin, sum gjørdi Saul til Paulus, var eitt møti við Jesus á vegnum til Damaskus, ið førdi við sær, at Paulus gavst at forfylgja teimum kristnu. Ístaðin gjørdist hann ein partur av teimum.

LES EISINI  Góðir vanar fyri 2022

Fundurin í Jerusalem (umleið ár 37-38)

Eftir at Paulus møtti hinum upprisna Messiasi á veg til Damaskus og fekk kallið at verða “ljós hjá heidningum” (Áps. 13,47) fór hann til Árábiu og var har í 3 ár (Gal. 1,17). Har hevur Paulus, uttan iva, granska skriftirnar og fingið staðfest kallið sum heidningaápostul av hinum upprisna Jesusi Kristi.

Eftir hetta fór hann til Jerusalem at hitta nærmasta lærusvein Jesusar, Pætur. Har hitti hann eisini Jákup, hálvbeiggja Jesusar, sum í fyrstuni ikki trúði, at Jesus var Messias (Jóh. 7,5).

Men eftir at Jákup hevði hitt hin upprisna Jesus (1 Kor 15,7), gjørdist hann kristin og var ein av teimum mest týðandi andligu leiðarunum í Jerusalem (Gal 2,9).

Á hesum fundinum í Jerusalem millum Pætur, Jákup og Paulus var tað ikki vanligt túnatos, sum var høvuðsevnið í prátinum.

Paulus skrivar, at hann vildi boða gleðiboðskapin um Jesus fyri heidningunum og fór til Jerusalem “fyri at læra meira av Kefasi” (Kefas = Pætur). Paulus hitti sostatt tveir av Jesu nærmastu lærusveinum í Jerusalem fyri at hoyra og tosa um evangeliið longu 3-4 ár eftir uppreisnina.

LES EISINI  Gud, gev fíggindum mínum eydnu og frið

Fundurin í Jerusalem (umleið ár 50)

Men hetta var ikki einasta møti, sum Paulus hevði við Jesu nærmastu lærusveinar.

Umleið ár 50 fór Paulus aftur til Jerusalem at hitta Pætur, Jákup og Jóhannes. Eisini her er tað týðiligt, at tað eru trúarspurningar, sum eru miðdepil á fundinum teirra millum.

Paulus møtti í minsta lagi tvær ferðir lærusveinum, sum høvdu fylgt Jesusi í fleiri ár.

Var tað nakar, sum kendi Jesu læru sera væl, so vóru tað Pætur, Jóhannes og Jákup. Um læra Paulusar var øðrvísi enn læra Jesusar, so hevði ein væntað, at teir tríggir, Pætur, Jóhannes og Jákup týðiliga høvdu tikið frástøðu frá henni, eins og teir gjørdu við aðrar “lærarar”, sum søgdu seg bera boðskapir frá Gudi.

Teir tóku ikki frástøðu frá læru Paulusar. Tvørturímóti verður Paulus stuðlaður av Pæturi. Pætur fer ómetaliga langt, tá hann kallar brøvini hjá Paulusi: Skriftina (grikskt: graphas) ​​(2 Pætur 3,16).

“Skriftin” var orðið, sum varð brúkt um skriftirnar í Gamla Testamenti, sum eingin ivaðist í, og sum høvdu sín myndugleika frá Gudi.

LES EISINI  Fyrireikingar

Pætur var Jesu nærmasti lærusveinur og gekk saman við honum í trý ár og lurtaði eftir læru hansara. Tá hann síðani veit, hvat læra Paulusar inniheldur, og framvegis kallar hana skrift, og soleiðis metir skriftir Paulusar hava sama myndugleika sum hinar tekstirnar í Bíbliuni, sum vóru mettir at vera innblástir av Gudi, tá hava vit orsøk til at gera tað sama.

“Góðkenningarstemplið” hjá Pæturi

Vilja vit taka Jesus fyri fult, so eiga vit at taka Pætur fyri fult. Og vilja vit taka Pætur fyri fult, so eiga vit at taka Paulus fyri fult. Longri er tann søgan ikki.

Tí Pætur, sum kendi Jesus og hansara læru ógvuliga væl, setur nevniliga sítt greiða “stempul” við góðkenning á brøvini hjá Paulusi.

Tí kunnu vit lesa brøvini hjá Paulusi, og vera vís í at tey geva okkum eina rætta mynd av, hvør Jesus Kristus er, og hvat hann hevur gjørt fyri okkum á krossinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina