Gleði

“Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum!”

Fil.4,4


Summi menniskju gloymir tú ongantíð, sigur H.E.Wisløf, biskupur.

Eitt teirra var hin gamli klokkarin í kirkjuliðinum, har eg var prestur. Tá ið eg hugsi um hann, kveikist ein tøkk í mær.

Hann var altíð glaður. Hvar ið tú hitti hann lýsti tøkkin í andlitinum. Eg undraðist á hann, tí lívið hevði ikki altíð verið lætt. Hann hevði ikki alt lívið gingið á blómuteigi.

Ert tú altíð glaður?

Á, nei, prestur, tað eri eg kanska ikki, men eitt havi eg lært í Harrans skúla: Eg havi sorgina við inn í bønarkvirruna, og so komi eg út aftur við gleðini! Hetta var loyndarmálið, hví klokkarin altíð var so glaður. Sum hann var ein eydnuríkur lærusveinur í Harrans skúla!”

Húsini vóru lítil. Bara stova og køkur, og nógv vóru børnini. Ikki lá væl fyri at fáa eina kvirra stund har heima við hús, men hvørt kvøld klokkan átta var hann uppi í torninum og ringdi. Eina góða løtu áðrenn hann skuldi ringja, fór hann upp í tornið. Uppi í torninum, har ið tað geys illa, hevði hann bæði vetur og summar eina kvirra stund.

Eitt kvøldið hitti eg hann í torntrappuni. Hann kom brosandi ímóti mær. Eg var eitt sindur mótfallin. Tað var so nógv, sum órógvaði meg.

”Ert tú altíð glaður?” spurdi eg.

”Á, nei, prestur, tað eri eg kanska ikki, men eitt havi eg lært í Harrans skúla: Eg havi sorgina við inn í bønarkvirruna, og so komi eg út aftur við gleðini! Hetta var loyndarmálið, hví klokkarin altíð var so glaður. Sum hann var ein eydnuríkur lærusveinur í Harrans skúla!

Síðan mátti eg altíð hugsa um orð hansara, tá ið kirkjuklokkurnar ringdu, og hann helt um klokkubandið. Hann ringdi sorgina burtur og gleðina inn, og so fór hann glaður oman ígjøgnum trappurnar at røkja arbeiði sítt.

Eitt glatt hjarta er eitt haldgott gestaboð!

Eg gloymi ikki gamla vin mín, Andrass. Hann var eitt glatt kristið menniskja. Einaferð høvdu tey í sóknini broytt missiónshúsið til eitt heim, har unglingar kundu hugna sær. Hvørt kvøld endaði við einari andakt. Ein dagin tosaðu tveir unglingar saman.

”Vart tú í missiónshúsinum í gjárkvøldið?”

”Ja, eg var.”

”Hvør endaði kvøldið?”

”Ja, eg minnist ikki, hvussu hann æt, men tað var hann, sum altíð er so glaður.”

Ein signaður vitnisburður um gamla vin mín, Andrass. Pápi hevði skrivað í sálmabókina: ”Vit skulu vísa teimum ungu, at kristindómur er gleði!”
Ja, hetta skulu vit vísa bæði ungum og gomlum.

”Ja, eg minnist ikki, hvussu hann æt, men tað var hann, sum altíð er so glaður.”

P. Lodberg-Jensen, t.týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina