Hví fórst tú frá mær?

Og tess fastari hava vit hitt profetiska orðið, og tit gera rætt í at geva gætur eftir tí sum einum ljósi, sum skínur á einum myrkum staði, inntil tað lýsir av degi, og morgunstjørnan rennur upp í hjørtum tykkara.

2 Pæt 1,19

                               

Tað eru nøkur, sum liva undir strongum viðurskiftum. Tey eru stødd sum lærusveinarnir páskaaftan, girdir inni í myrkri, iva og óvissu. Slík menniskju kunnu sum svar sítt skriva: “Eg veit ikki, um Gud elskar meg, eg veit heldur ikki, um eg elski hann.”

Nakað av hesum skilja vit víst øll. Eingin av okkum torir siga: eg trúgvi, uttan at leggja afturat sum pápin at hinum sjúka dreinginum segði: “Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!” (Mark 9,24)

Men tað er ikki satt, at kristinlív í dag skula vera eins og hjá lærusveinunum páskaaftan. Tað legðist eitt álvarsamt myrkur um alla okkara jørð. Hann, sum var ljós heimsins, var staddur í helheimi, deyðsríkinum. Men har er hann ikki nú. Sunnumorgun reis hann aftur av deyða. Nú er hann við høgru hond faðirsins, har hann biður fyri okkum. Hann er Orðið, ið gjørdist hold og tók bústað okkara millum. Hann er sjálvur tað profetiska orðið, ljósið, ið skínur á einum  myrkum stað. Ja, myrkur er heimurin, men ikki longur so myrkur sum páskaaftan. Her skínur eitt ljós. Og vit hava fingið boð um at eygleiða tað, og ikki gjøgnumskoða myrkrið, tí at tað kunnu vit ikki. Myrkrið er tað ónda, er okkara tilverunnar stóra gáta.

LES EISINI  Alt hevur sína tíð

Men nakað vita vit um hetta myrkur – ein dag fer ljósið fult og heilt at gera tað til einkis: “Liðið er á náttina, og dagurin er í nánd. Latum okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins.” (Róm 13,12) “Tí at allir eru vit børn ljósins og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins.” (1 Tess 5,8)

Fyri Jesusi gjørdist tað ein bølamyrk nátt. Tað var, tá hann á krossinum rópaði: “Gud mín, Gud mín, hví fórst tú frá mær?” Tá smakkaði Jesus deyðan, tann æviga deyðan fyri okkum øll. Tað var fyri, at tað ikki skal gerast myrkt fyri okkum.

“So takka vit Gudi hjartans glað sum fuglur á ljósum degi, tí hann okkum gav tann gylta dag og vakti upp lív við megi, hin signaða dag í Jesu navn, sum gevur Guds børnum gleði.” Slb. 327,4.

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina