Hví tosa vit um ein tríeindan Gud?

Fyri stuttum var eitt lesarabræv á vp.fo, har komið varð við hvøssum atfinningum móti teimum trúarsamfeløgum, sum halda uppá, at tað finst ein tríeindur gud. Í atfinningunum varð sagt, at hetta var ein óbíbilsk hugsan, og at tað bert finst ein Gud.

Hetta kjakið er als ikki nýtt. Longu tey fyrstu 300 árini eftir Kristus var eitt vaksandi kjak millum tey kristnu um, hvussu tey skuldu skilja Guds veru. Á ein hátt sigur Bíblian heilt greitt, at tað bert finst ein sannur Gud, og hendan leiklut, hildu nøkur, hevði Gud Faðirin.

Hetta hevði við sær nakrar sera stórar trupulleikar at greiða frá hvør Jesus og Heilagi Andin eru. Um Jesus, sonur Guds, ikki er gudómligur, hvat er hann so? Um Guds Andi, talsmaðurin, sum Jesus sendi til jarðar, ikki er guddómligur, hvussu skulu vit so lýsa hann?

Kjakið kom í hæddina í ár 325 á einum stórum kirkjufundi í Nikæa, har tað fyri fyrstu fer vórðu sett orð á læruna um Gud sum Faðir, Sonur og Heilagur Andi. Gudfrøðingurin Augustin arbeiddi smá hundrað ár seinni víðari við at nágreina sínámillum sambandið millum hesi trý, og í ár 415 skrivaði hann soljóðandi bræv til biskupin Evodius:

“Latið okkum tí við føstum frómleika trúgva á ein Gud, Faðirin og Sonin og Heilaga Andan; latið okkum samstundis trúgva á, at Sonurin ikki er tann (persónur), sum er Faðirin, og Faðirin er ikki tann (persónur), sum er Sonurin, og hvørki Faðirin ella Sonurin eru tann (persónur), sum er bæði Faðirsins og Sonarins andi”.

Augustin var sera tilvitaður um, at læran um tríeindina er ikki nakað, sum kann fatast við menniskjaligum viti, men bert kann takast í móti við trúgv. Av somu orsøk hevur tað altíð verið ein avbjóðing at greiða ikki-trúgvandi frá um tann tríeinda Gud.

Summi hava roynt við myndamáli, og sagt, at tað er eins og við einum 3-í-1 neglaklippara, ella einum smærublaði, sum á aðrari síðuni hevur trý smá bløð, sum saman vera eitt blað. Summi hava enntá roynt at saman bera hetta við, at ein maður eisini kann vera pápi, sonur og bróðir í senn.
Felags fyri slíkar myndir er, at tær í veruleikanum ikki lýsa Gud serliga væl, og at tað við hvørt er líka so gott at lata vera við at brúka ov nógva tíð uppá at greiða frá tí vísindaliga samanheinginum í nøkrum, sum í síðsta enda ikki kann fatast við vitinum. Vit siga jú eisini, at Kristus er risin upp frá teimum deyðu, men vit royna ongantíð at greiða vísindiliga frá, hvussu hann bar seg at við hesum. Vit mugu bara viðurkenna, at soleiðis er tað.

1 “hvat” og 3 “hvør”

Tað eru skjótt farin 16-1700 ár síðani fyrst tann stóra kirkjufundin í Nikæa, og síðani nágreinandi frágreiðingarnar hjá Augustini. Hóast tað er langt síðani, er tað enn ikki eydnast nøkrum at koma við eini betri frágreiðing um Guds veru.
Einfalt kunnu vit siga, at tað eru tvey ting við Gudi, sum vit skulu halda okkum til, nevniliga hvat er Gud, og hvør er Gud. Og svarið uppá hesar spurningar er ikki tað sama.

Hvat er Gud

Tú kanst siga frá hvat Gud er við orðum sum:

·       Har er ein guddómlig ítøkilig náttúr  (grikskt: physis, kropsligt),

·       Har er ein guddómligur kjarni (latín: esse, at vera)

·       Har er ein guddómlig tilvera. (Grikskt: ousia, tað sum er)

 

Hvør er Gud

Gud er Faðirin. Gud er Sonurin. Gud er Heilagi Andin. Hesi eru tríggir persónligir, sundurskildir, men sínámillum samanbundnir hættir at vera tann eini Gud uppá.

Vit síggja also, at tað er eitt svar uppá hvat Gud er, men trý svar uppá hvør Gud er, og vit kunnu í grundini bara lýsa Gud við at nevna øll fýra.

Vit kunnu royna at vísa hetta við eini tekning:

Bíblian nýtir ongantíð orðið ”tríeind” til at lýsa Guds veru. Kortini hevur eingin funnið nakran annan hátt at forklára Guds veru uppá. Alternativið kann vera at avtigna Sonin og Heilaga Andan til ikki at vera av guddómligari natúru, ella at góðtaka, at tað finnast tríggir gudar. Báðar hesar loysnir koma í  stríð við Bíbliuna, sum slær fast, at tað bert finnist ein Gud, sum samstundis letur ongan iva vera um, at serliga Sonurin, men eisini Heilagi Andin eru sjálvstøðugir persónar í guddómligari natúr.

Tí sær tann kristna kirkjan 1700 ár seinni ongan annan hátt at lýsa Guds veru uppá, enn at gera ta niðurstøðu at:

·       Tað er ein Gud

·       Faðirin er Gud

·       Sonurin er Gud

·       Heilagi Andin er Gud

·       Faðirin er ikki Sonurin ella Heilagi Andin

·       Sonurin er ikki Faðirin ella Heilagi Andin

·       Heilagi Andin er ikki Faðirin ella Sonurin

·       Tað eru ikki tríggir gudar

Orð: Carsten Fonsdal Mikkelsen
Við íblástri frá: The Trinity: Explain It to Me Like I’m a Two-Year-Old / Justin Taylor / www.thegospelcoalition.org

Torfinn Jacobsen týddi

 

 

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina