Hví tykist tað onkuntíð, sum um Gud ikki hoyrir mínar bønir?

Hevur tú nakrantíð upplivað, at tað virkar sum Gud ikki hoyrir tínar bønir?

Sl. 13,2: Harri, hvør leingi vilt tú meg allar ævir gloyma? Hvør leingi vilt tú títt andlit fyri mær fjala? Her er tað Dávid kongur sum setur orð á sína støðu og upplivingar av, at Gud hevur gloymt hann og ikki hoyrir hann, tá ið hann biður.

Tað hevur stóran týdning, at vit tora at rópa til Guds eins og sálmaskaldið ger her. Men, tað er eisini umráðandi at vit lurta eftir Gudi.

Gud er nærverandi í sínum orði – Bíbliuni. 5. Mós 30, 14: Nei, orðið er tætt hjá tær, í munni og hjarta tínum, so at tú kanst gera eftir tí.

Vit kunnu uppliva tíðarskeið, har tað kennist sum Gud ikki hoyrir ella svarar okkara bønum.

Hesi tíðarskeið eru tung, men Gud er veruliga har, tað kunnu vit við vissu líta á. Trúgvin er meira enn bara nakrar upplivingar.

LES EISINI  Tey 12 møtast á Suðuroynni

Í Guds orði møta vit Jesu kærleika og umsorgan og hetta styrkir okkara trúgv á, at hetta er veruligt, eisini tá ið vit ikki føla tað soleiðis. Men, eg trúgvi eisini at vit ein dag aftur skulu uppliva Guds kærleika og gleðast í honum.

Eg las einaferð um ein, sum greiddi frá einum málningi. Málningurin var av einum lítilum manni sum stóð og rópti. Aftanfyri mannin var einki at síggja uttan fleiri ymisk sløg av myrkum litum. Men, tá ið hugt varð nærri at málninginum so sást, at hesin lítli maðurin stóð á herunum á einum risa og rópti inn í eitt risastórt oyra.

Soleiðis uppliva vit tað av og á, tá ið vit biðja. Serliga, tá ið vit hava tað trupult. Tað virkar, sum vit rópa út í tóman heim. Bønin røkkur einans uppundir loftið. Men veruleikin er ein annar. Hetta sigur bíblian okkum. Jer. 29, 12: Tá ið tit kalla á meg, man eg svara tykkum og hoyra tykkum, tá ið tit biðja til mín. Hetta vita vit, tí vit hava upplivað at Gud er til staðar og at hann svarar okkara bønum. Tí er tað so trupult, tá ið vit upplivað tað soleiðis, at Gud ikki svarar.

LES EISINI  Sendið bønarevnir til Ólav
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina