Hvíld hjá Jesusi

Mátti henda lítla grein verið tær til signingar, sum hetta lesur.

Tað er mangt, sum kann vera einum menniskja fyri í lívinum. Summum eru vit harrar yvir, øðrum ikki.

Í okkara landi eru vit vælsignaði við friði og góðum tíðum. Arbeiði er til allar hendur, og vit hava tað so gott ’materielt’, at fólk úr øðrum londum hava hug at koma til Føroyar til her at skapa sær eina nýggja framtíð.

Av sonnum eru vit vælsignaði.

Hava so øll tað gott í Føroyum ?

Her er svarið tíverri NEI. 

Vit hoyra um og vita, at tað eru mong ung fólk í Føroyum, sum ikki hava tað so gott sálarliga. Eisini í vaksna manna liðinum eru líðandi fólk.

Orsøkirnar kunnu verða ymiskar – sjúka og versnandi heilsa er ein. Ein onnur, ið eg hugsi fyllir nógv, er strongd.

Strongd kemur ma av, at vit ikki eru í javnvág.  Tað kann vera, at vit hava ov nógv at gera og megna ikki at hava øll ‘jørnini’ í eldinum í senn. Fíggjarlig kreppa/útlit kann vera ein orsøkin. Forholdið millum teg og onnur menniskju kann vera ein onnur orsøk.  Hjá yngra ættarliðinum síggja vit ofta, at tað alla tíðina skal vera okkurt (skermur), ið fyllir beint nú; – annars er tað ikki gott.   

LES EISINI  Komið higar til mín

Og so leita vit okkum eftir hjálp.  Eisini her eru vit vælsignaði við góðum læknum og sálrfrøðingum, ið gera, hvat teir kunnu at hjálpa. Og ofta fáa teir hjálp okkum likamliga og sálarliga á leið.

Eg ynski við hesi grein at vísa á ein annan lækna, sum vit tíverri hava hug at gloyma í øllum okkara strevi og stríði.

Og tað er Jesus.

Tí tað sonnu hvíldina og sanna friðin finna vit einans hjá honum.

Tað er so týdningarmikið, at vit ikki gloyma Hann burtur í øllum ’resinum’, og tað, haldi eg, at vit gera í  ov stóran mun.

Hann – hin Tríeindi – er kletturin og grundstøðið, ið vit áttu at bygt tilveruna á.

Tí mín áheitan á okkum øll:  At vit minnast til at leggja land og fólk í Guds hond, morgun, sum kvøld og at takka Honum fyri tað, ið Hann gjørdi á Golgata – fyri teg og meg. Nevnliga frelsuverkið, at Hann við deyða sínum skapti okkum – tær og mær – ein nýggjan veg til Himmalin.

LES EISINI  Faðir vár, tú sum ert í himlunum

Hvør einasti okkara er sum eygnasteinur Hansara. Hann veit nevniliga um vegir tínar allar og hevur ætlanir við tær.

Hann sigur við teg, sum ungur ert: Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.

..og við øll sigur Hann:

”Komið til mín, øll tit, ið ganga undir tungum byrðum,  og eg vil veita tykkum hvílu”.

Fylgja vit hesum, og trúgva vit fullgjørda verki hansara á Golgata, Róm 10,9-10:  Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur;  tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. 

…… so eri eg vísur í, at tað vil hjálpa tær í tíni strongd og sálarkvøl.

Hann vil hjálpa tær at raðfesta, og tú vilt sanna, at tað, sum stendur í Filippi-brævinum 4,13:  ”Eg orki alt í Honum, ið ger meg sterkan”  eisini vil styrkja teg á leiðini  og samstundis geva tær eina hvíld, sum er tær tilætlað.

LES EISINI  Ein perla til lívið

Gamaní, vit eru menniskjur og okkurt kann koma á okkara veg. Vit eru ikki – í myndatalu – altíð upp á fjøllunum. Og alt er ikki altíð lætt. Men Jesus hevur lovað, at Hann vil vera við lið okkara allar okkara dagar. Trúgva vit hesum, so kunnu vit taka undir við Dávidi, tá hann í Sálma 23 yrkir soleiðis:

Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. 

Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. 

Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. 

Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.

Mær borð tú reiðir fyri eygunum á fíggindum mínum. Við smyrsli tú salvar mítt høvur, bikar mítt yvir flýtur.

Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.

Bestu kvøður

Asbjørn Mikkelsen 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina