Hvíludagur

Minst til at halda hvíludagin heilagan! 

2 Mós 20,8

Ja, hetta sigur 3. boð í Luthers lítlu lærubók, vit lærdu uttanat, ta ferðina, vit gingu í skúla, og tá vit gingu til.  

Tað er seinni partur av regluni – halda hvíludagin heilagan – ið trýtur hjá so mongum. Fyrsta partin av boðnum – minnast til, at nú er hvíludagur – verður hildin til fulnar. Tað er ikki arbeiðið á sunnudegnum, syndað verður ímóti Gudi. Gud hevur ongantíð forbjóðað okkum einki at virka – tvørturímóti! At fáa plenuna snøggaða, mála vindeygu, vaska bilin o.a., verður av teimum flestu ikki roknað sum arbeiði, men eitt ítriv; ein hvíld ella ein stuttleiki. 

Tað veruliga skeiva, er sjáldan tað, vit gjørdu, men tað vit ikki gjørdu. Hetta, at ganga inni við einum. Sjúk, vit ikki vitjaðu. Svong, vit ikki mettaðu. Tann Lazarus, ið lá uttan fyri okkara dyr, vit onga hjálp veittu. Kirkjuklokkuna sunnumorgun, hvørs kallandi rødd, vit vendu deyva oyrað. Jesu stóru gávu, ætlað øllum; heiligdagin, og honum, ið gav okkum hann,  verður gloymdur. Heilagur merkir, tikin úr heiminum og vígdur Gudi. Hvussu verður ein tað? Tað hendir við Guds orði og bøn. 

LES EISINI  Hvítusunna: 2. andakt til tey gomlu

Gudstænastan sunnumorgun, ger sunnudagin til heiligdag. Tað er Jesunavnið, ið halgar gerðirnar. 

“Lat kirkjulið títt trivna í góðum kristnum sið, lat stirdar sálir livna, gev sundurbrotnum grið! Og til títt halga hús lat fjølment okkum leita í trúnni glað og fús. 

Lat lívsins keldur flóta, sum bjargan okkum ber! Lat fólkið frið tí njóta! Og meðan tíð øll fer, lat halgast høgt títt navn, so faðirin kann taka sær fjølment lið í favn.” Slb. 7,4 og 5.   

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina