So stendur tá enn eftir ein sabbatshvíld

So stendur tá enn eftir ein sabbatshvíld fyri Guds fólk.  

(Hebr 4,9)  

Hebrearabrævið er skrivað einum kirkjuliði, sum var vorðið troytt. Troytt av stríði og av altíð og stund at møta mótsagnum, troytt av av vera annanfloks borgarar. Hóast vit kanska hava verið úti fyri eitt sindur av hvørjum, so tora vit ikki at samanbera okkum við tey fyrstu kristnu, ið veruliga vóru rættarleys, eitt jagstrað villini dýr. Tað vit tá nú eru vorðin troytt av – vit kunna gerast vorðin troytt av so mongum, troytt av øllum endurtøkunum, at lata seg í klæðini á morgni, lesa tíðindabløðini, um klandursmål politikaranna, um bardagar, um svøltandi og líðandi menniskju, troytt av, at ellið tekur at boyggja, at sporini tyngjast í hvørjum. Hvat ið enn tyngir, eiga vit Guds lyfti at líta á. Stríðið fær ein enda. Sabattin, Gud gav sínum fyrsta fólki, ognarfólkinum, Ísraels fólki, var ikki bara ætlað sum ein jarðisk gáva; men sum ein fyrijáttan. Vit fingu sunnudagin. Eisini hann er eitt av lyftunum. Framman fyri okkum býðar ein ævigur sunnudagur.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 41

Um vit skilja túsundársríkið í kap. 20 í Opinberingarbókini rætt, so fer Gud ikki at lata hesa jørð fara til grundar, fyrrenn hon hevur upplivað ein sunnudag.

Til allar troyttar sálir ljóða orðini frá vár Harra Jesusi sjálvum: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita  tykkum hvílu.” (Matt 11,28).

“Friðleysa hjarta, sum verðin bert skaðar, tú, sum teg gremur í órógv og klagar. Jesus tín frelsari, eymliga spyr teg nú: “Kemur tú ei brátt?” Hms. 291,1

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina