Hvør kennir síni villunnar brek? 

Hvør kennir síni villunnar brek? Frá duldum meinum reinsa tú meg!

Sálm 19,13

Tá ein lítur aftur á farnar dagar, steðga tankarnir av og á kanska við eitt menniskja, sum ein ikki ynskir at møta ella minnast. Kenslan av skuld klistrar seg at minninum. Tó kann eg ikki við mínum besta vilja síggja, hvør mín skylda var. Eg fekk ikki borið meg øðrvísi at móti hesum menniskja, enn eg gjørdi. Um eg skuldi varðveitt eina góða samvitsku mótvegis Gudi. Um hetta viðurfórst mær í dag, hevði eg borið meg at á sama hátt sum ta ferðina.

Á tann hátt er tað gott, tá ið Gud sjálvur við orði sínum leggur okkum bøn á tungu: frá duldum meinum reinsa tú meg. Eg havi kenslu av skuld, av nøkrum eg treingi at biðja um fyrigeving fyri, men hvat tað er, kann eg ikki siga. Men við orðinum úr Sálmi 19 sigur Gud: hvør kennir síni villunnar brek? Tí skalt tú ikki grava og grava, men savna tað alt saman til orðingina – frá duldum meinum reinsa tú meg. Tað er synd hjá mær sjálvum, sum eg ikki fái lýst nágreiniliga – men sum eg trúgvi er umfatað av fyrigeving Guds, hana sum Jesus keypti okkum við sínum blóði. Allar mínar syndir, eisini tí óhugnaliga heljardýpi, sum hvørki onnur menniskju ella eg sjálvur kann fata til botns, eru undir teimum veldugu fyrijáttanum. Til tín, ið hoyrir bønir, kemur allur heimur (tað merkir øll menniskju) koma til tín, tá ið brekini tyngja (Sálm 65,3) Hvør Gud er sum tú, tú tekur burtur misbrot og fyrigevur alla synd okkara … ja, tú kastar okkara syndir niður í havsins djúp. ( Mika 7,18.. )

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 23

“Fyrigeving syndanna, einans hetta munar, letur okkum ásanna, egin dygd ei dugnar! Syndafyrigeving bert grøða kann oss syndamerkt’, loysa oss úr deyða.” Hms 393,1  

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina