Hvussu eigi eg at liva?

Líkasum vit skulu hava vitaminir fyri at liva, soleiðis skal trúgvin eisini hava vitaminir fyri at liva. Og her eru tað serliga 5 B-vitaminir, ið hava ein avgerandi týdning fyri okkara andliga lív: Baðið, borðið, bønin, Bíblian, brøðralagið.

Man lesur onkutíð um menniskju, sum undrandi siga, at tey hava fingið eitt heilt nýtt lív! Hetta kunnu vera menniskju, sum eftir 20 ár við álvarsligari sjúku, brádliga hava fingið tað betur vegna onkran heiligvág ella eina skurðviðgerð. Áður valdaði sjúkan yvir teirra gerandisdegi, men nú kunnu tey brádliga gera alt møguligt, sum tey als ikki høvdu kunna gjørt áður.

Soleiðis er tað eisini viðvíkjandi kristnu trúnni. Man fær eitt heilt nýtt lív! Paulus sigur tað eisini soleiðis: “Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” (2 Kor 5,17). Áður livdi man kanska uttan at hugsa so nógv um henda boðskapin um syndanna fyrigeving, sum vit møta í Bíbliuni. Man hugsaði kanska heldur, at um ein roynir sítt besta, so má tað eisini vera nóg gott. Og um eitt lív er eftir deyðan, so fer ein kærleiksfullur Gud sjálvandi ikki at nokta nøkrum at koma inn í Himmalin. Men so hoyrdi man Bíbliunnar boðskap. Boðskapurin varð lýstur fyri einum, man hugsaði um tað og tók við trúgv. Hetta hendi kanska brádliga og óvæntað ella kanska hendi tað yvir eitt longri tíðarbil. Men líkamikið hvussu ein kom til trúgv, so var lívið kortini heilt annarleiðis eftir at ein kom til trúgv. Kanska gekk tað upp fyri einum, at tað, ið ein áður hevði roknað við, einans vóru tankarnir hjá einum sjálvum, sum í grundini einans vóru við til at halda Gudi burtur frá einum sjálvum. Men tá ið man so byrjaði at skoða lívið í ljósinum frá Bíbliunnar Gudi, tá varnaðist man ikki einans sín egna óffullkomileika, men eisini Guds rættindi til at halda hinum ófullkomna burtur frá sínum Himli. Men tað størsta av øllum var gleðin yvir Jesus, tí at hann hevur stillað seg í okkara stað, soleiðis at allur okkara ófullkomileiki er beindur burtur vegna hansara fullkomileika. Kristinlívið gjørdist til eitt mikið ríkari lív – ríkari enn man nakratíð hevði vónað – eitt lív, sum var fult við frælsi, vón og gleði.

Hitt nýggja lívið

Men hetta nýggja lívið sum kristin skal kortini livast undir teimum somu gomlu korunum. Paulus er eisini inni á hesum, tá ið hann sigur: “Tí at vilja er mær einki fyri, men at útinna hitt góða eri eg ikki mentur. Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg” (Róm 7,18-19). Okkara ófullkomileiki heldur altso á við at vera har, hóast vit eru komin til trúgv. Men hitt nýggja er hetta, at vit ikki longur noyðast at lata okkum kúga av okkara ófullkomileika, tí at eingin, sum trýr á Jesus, verður fordømdur fyri alt tað skeiva og fyri syndirnar í lívinum. Hetta er eisini tað, sum Paulus leggur dent á, tá ið hann sigur: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi” (Róm 8,1).

Gerningur Heilaga Andans

Hóast tað fyriheldur seg soleiðis, at vit ferð eftir ferð verða mint á okkara synd og ófullkomileika, so ynskja vit kortini vegna Jesu stóra kærleika til okkum, at gera tað, sum er gott í hansara eygum. Harumframt vilja vit eisini gera tað, sum er rætt og gott yvir fyri Gudi, tí at tað stendur jú skrivað ferð eftir ferð í Bíbliuni, hvussu vit eiga at liva. Nú síggja vit, at vit ikki bara eiga at hugsa um okkum sjálvi, men at vit harafturímóti eiga at elska bæði Gud og okkara medmenniskju bæði í orði og í verki.

Men tað, sum Gud ynskir av okkum, er kortini ikki nakað, sum vit sjálvi kunnu æla fram í okkara lívi. Nei, harafturímóti er hetta nakað, sum Heilagur Andi virkar í teimum menniskjum, sum hann býr í. Hóast vit kanska ikki síggja tað við okkara egnu eygum, so hevur Heilagur Andi kortini eina góða ávirkan á okkum, tá ið hann býr í okkum og er virksamur í okkara lívi. Vegna Heilaga Andans gerning verða vit myndaði eftir Guds vilja, so at vit meir og meir koma at líkjast teimum menniskjunum, sum Gud upprunaliga ætlaði, at vit skuldu vera – menniskju, sum elska bæði Gud og næstan, og sum tæna Gudi í frímóði og gleði.

Guds boð vísa okkum vegin!

Vit mugu kenna Guds góða vilja, so at vit verða ávirkaði av honum. Tað mest bókstavliga, sum man yvir høvur kann finna í Bíbliuni viðvíkjandi spurninginum um, hvussu vit eiga at liva, eru tey 10. boðini. Hitt dupulta kærleiksboðið er eisini ein samandráttur av teimum 10. boðunum: “Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum! Og: Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!” (Matt 22,37 og 39b).

Vit kunnu lesa tey 10. boðini í 2. Mós 20, har ið vit fáa tær stóru leiðreglurnar fyri lívið:

  1. Tú mást ikki hava aðrar guðar – Gud skal altíð hava fyrsta pláss í okkara lívi!
  2. Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guðs tíns – Guds navn endurspeglar hansara egnu náttúru. Tí er tað eisini, at tað stendur so nógv í Bíbliuni um, at vit eiga at virða hansara navn. Tí er tað eisini, at Jesus sjálvur lærir okkum bønina: Heilagt veri navn títt!
  3. Minst til at halda hvílidagin heilagan! – Jesus sigur: “Hvílidagurin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld” (Mark 2,27). Bæði likamliga og andliga hava vit sum menniskju brúk fyri hvíld og andligari áfylling. Tí eiga vit at halda hvílidagin heilagan!
  4. Æra faðir tín og móðir tína – Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki vanvirða foreldur okkara og harrar okkara ella fáa ilt í tey, men halda tey í æru, tæna teimum, akta, elska og virða tey.
  5. Tú mást ikki sláa í hel – Hetta boðið sipar bæði til tað at drepa eina aðra menniskju, men eisini til t.d. tað at hata onnur. Í 1 Jóh 3,15 sigur Jóhannes: “Hvør tann, sum hatar bróður sín, er manndrápari…” Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki gera næsta okkara nakran skaða ella nakað mein á likamið, men hjálpa honum og dugna honum í hvørjari neyð og deyðaváða.
  6. Tú mást ikki dríva hor – Hetta boðið umfatar allan seksuellan levnað, sum ikki samsvarar við Guds vilja við hjúnalagnum millum mann og kvinnu. Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit liva siðiliga og sámiliga í orði og verki, og at ein og hvør elskar og ærir ektafelaga sín.
  7. Tú mást ikki stjala – Vit skulu óttast og elska Gud, so at vit ikki stjala ella snýta. Í staðin skulu vit hjálpa næsta okkara at varðveita tað, sum hann eigur og at betra um livikor síni.
  8. Tú mást ikki bera rangan vitnisburð ímóti næsta tínum – Vit skulu óttast og elska Gud, so at vit ikki lúgva um næsta okkara, svíkja hann ella bera slatur um hann. Í staðin skulu vit bera yvir við honum og skilja alt í bestu meining.
  9. Tú mást ikki girnast hús næsta tíns – Vit skulu elska Gud, so at vit ikki øvunda næsta okkara tað, sum hann eigur, ella royna at taka tað frá honum. Í staðin skulu vit virða tað, sum hann eigur, og hjálpa honum at varðveita tað.
  10. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðskonu hansara, ikki fæ hansara ella nakað, sum næsti tín eigur – Vit skulu óttast og elska Gud, so at vit ikki øvunda næstanum hjúnafelag hansara, børn ella starvsfólk. Í staðin skulu vit virða næstan og royna at styrkja hansara viðurskifti til teirra, sum standa honum nær.

Gud hevur givið okkum hesi boðini fyri at avmarka óndskapin her á fold. Hetta eru einfaldar leiðreglur til, hvat ið hitt góða og kærleiksfulla er. Tann, sum elskar, hevði jú ongatíð kunna funnið uppá at drepa ella snýta tann, ið ein elskar. Man lýgur ikki fyri teimum, sum man elskar, og man stjelur heldur ikki frá teimum. Boðini eru sum sagt góðar leiðreglur fyri okkara lív eisini í dag.

LES EISINI  Seks hættir at vísa virðing fyri mannalívinum   

Tær bestu leiðreglurnar fyri at liva, líkasum Jesus gjørdi, fáa vit við at lesa evangeliini í Nýggja Testamenti, sum jú boða okkum frá, hvat ið hann segði og gjørdi. Brøvini í okkara Nýggja Testamenti eru eisini góð til at læra av, tí at tey eru nevniliga skrivaði til menniskju, sum nýliga eru blivin kristin, og sum hava staðið við mongum spurningum um, hvussu ið hetta lívið skal livast.

Tær 5 B-vitaminirnar

Fyri at Heilagur Andi skal kunna hava eina góða ávirkan á okkara lív, so er tað avgerandi fyri okkum at fáa andliga føði. Vit hava áhaldandi tørv fyri at verða mint á alt tað, sum Gud hevur sagt og gjørt fyri okkum. Hetta hendur, tá ið vit lesa Bíbliuna! Trúgvin fær føði og veksur, tá ið vit biðja, hoyra gleðiboðskapin og koma til altars!

Líkasum vit skulu hava vitaminir fyri at liva, soleiðis skal trúgvin eisini hava vitaminir fyri at liva. Og her eru tað serliga 5 B-vitaminir, ið hava ein avgerandi týdning fyri okkara andliga lív:

  • Baðið…
  • Borðið…
  • Bønin…
  • Bíblian…
  • Brøðralagið…

Heilagur Andi skapar og varðveitir trúnna við hesum 5 B-vitaminunum. Tí er tað eisini avgerandi fyri okkum at halda fast saman um tær, líkasum tað eisini var avgerandi fyri tey fyrstu kristnu at halda fast saman um tær. Í Ápostlasøguni lesa vit nevniliga um hina fyrstu kristnu samkomuna: “Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til. Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar” (Áps 2,42). Vit eiga eisini at halda fast saman um tað sama, sum tey fyrstu kristnu hildu fast saman um! Her fara vit tí at hyggja eitt sindur nærri at hesum sokallaðu 5 B-vitaminunum, sum eru við til at skapa og varðveita okkum í trúnni á Jesus.

Baðið

Hvørja ferð tað er dópur í okkara kirkju, so hoyra vit eisini dópsboðini: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda” (Matt 28,19-20).

Viðvíkjandi dópinum undirstrikar Luther: “Dópurin er ikki vatn einsamalt, men vatnið, skilað til í Guðs boði og sameint við Guðs orði” (Lítla katekismus). Hetta samsvarar eisini við Efesusbrævið 5,26: “…so at hann [Jesus] kundi halga tað [kirkjuliðið] við at reinsa tað í vatnbaðinum við orðinum”. Orðið virkar altso halgan/reinsan í vatnbaðinum (dópinum). Ella sum Luther sigur: “Tí uttan Guðs orð er vatnið bert vatn og eingin dópur; men við Guðs orði er tað ein dópur, tað er: eitt náðiríkt lívsins vatn og eitt endurføðingarinnar bað í hinum heilaga anda” (Lítla katekismus). Guds orð er altso virki í dópinum! Tað er Guds Orð, sum gevur dópinum sín virkismátt! Hetta er eisini tað, sum Augustin legði dent á, tá ið hann segði: “Orðið kemur til elementið (tvs. vatnið, breyðið, vínið) og skapar eitt sakramenti.”

LES EISINI  Brent gummi og andaktir

Dópurin er altso eitt sakramenti, tað vil siga ein heilag gerð, sum er innsett av Jesusi og sum ber okkum Guds náði. Í sær sjálvum er elementið bara vatn, men tá ið Orðið kemur til vatnið, so fær vatnið sama virkismátt sum Orðið. Hetta er eisini orsøkin til, at dópurin verður kallaður fyri ein náðimiðil. Uttanum dópin síggja vit eisini altargongd og boðanina av Guds orði sum náðimiðlar. Dópsins sakramenti er altso ein miðil, sum Gud brúkar, tá ið hann gevur hini einstøku menniskjuni lut í frelsuni.

Tá ið Orðið verður tengt saman við vatnið, er hin almáttugi Gud til staðar og ger sín gerning í lívinum hjá teimum, ið verða doypt. Hetta er hin sami almáttugi Gud, sum á tíðarinnar morgni skapti allan alheimin burtur úr ongum við sínum máttmikla Orði. Á sama hátt er hann eisini mentur at skapa trúgv har, sum eingin trúgv er, við sínum máttmikla Orði, tað veri seg børn ella vaksin. Líkasum tað er satt, at vit verða endurfødd við Guds orði, er tað líka so satt, at vit verða endurfødd í dópinum. Tí at Orðið og dópurin eru tvær síður av somu søk.

Ejvind Vilhelm sigur einastaðni: “[O]ngastaðni ljóðar evangeliið reinari og klárari enn við barnadópin, at tað er Guð, ið frelsir. Tað lítla barnið eigur einki at rokna sær sjálvum til fyrimunar; frelsan verður givin tí sum ein gáva; hon er Guðs gáva og ikki okkum fyri at takka (Efes. 2,8). Hvørja ferð eitt barn verður doypt, verður tað boðað okkum, at Guðs frelsa verður givin okkum fyri einki, at vit “verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi” (Róm. 3,24) (Ejvind Vilhelm).

Borðið

Vit lesa eisini, at hin fyrsta kristna samkoman helt fast saman um breyðbrótingina (borðið). Hví gjørdu tey tað? Hevur altargongd so stóran týdning? Hvat sigur Jesus? “Men meðan teir fingu sær at eta, tók Jesus breyð, og hann vælsignaði og breyt tað og gav lærusveinunum tað og segði: “Takið, etið; hetta er likam mítt.” Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: “Drekkið allir úr honum; tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna” (Matt 26,26-28).

Jesus hevur sjálvur innsett hina heilagu kvøldmáltíðina. Í henni trúgva vit, at breyðið og vínið vegna Jesu orð verður sameint við Hansara likam og blóð. Og tá ið vit fara til altars, trúgva vit, at vit taka ímóti sjálvum Jesusi við at eta og drekka. Tá ið vit fara til altars, hava vit altso felagsskap við sjálvan Jesus, tí at Hann hevur jú sagt: “hetta er likam mítt” og: “hetta er blóð mítt”.

Viðvíkjandi altarsins sakramenti sigur Luther í Lítla katekismus: “Tað er várs harra Jesu Krists sanna likam og blóð, undir breyði og víni, fyriskipað av Kristi sjálvum fyri okkum at eta og drekka.”

Tá ið tað verður spurt, hvat tað gagnar at eta og drekka, sigur hann: “Tað gera hesi orð kunnugt: Tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna. Við hesum orðum verða okkum nevnliga givin í sakramentinum fyrigeving syndanna, lív og sæla. Tí har sum fyrigeving syndanna er, har er eisini lív og sæla.”

Og tá ið tað verður spurt, hvussu likamlig etan og drekkan kann avrika so stór verk, sigur hann: “At eta og drekka avrikar tað vissuliga ikki, men tað, ið avrikar tað, eru hesi orð: Tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna. Tí at hesi orð eru saman við teirri likamligu etan og drekkan aðalmálið í sakramentinum, og tann, ið trýr hesum orðum, hann hevur tað, ið tey siga, og sum tey ljóða, nevnliga fyrigeving syndanna.”

Í breyðbrótingini hava vit altso eitt trídupult samfelag:

  1. Samfelag við Gud í Jesu likami og blóði.
  2. Samfelag við alla hina heilagu og almennu kirkjuna á jørð og á Himni (tað er jú hetta, sum hin hálvi altarringurin kann ímynda. Hin helvtin er í Himli).
  3. Samfelag við hvønn annan í okkara egnu samkomu.

Altarsins sakramenti er ein gudgivin kelda til signing í lívinum hjá teimum kristnu. Tí gevur tað eisini góða meining at koma javnan til altars! Altarsins sakramenti er við til at varðveita okkum í trúnni á Jesus og í felagsskapinum við Hann. Tí er tað eisini sera umráðandi fyri okkum, at vit halda fast saman um altargongdina!

Bønin

Vit lesa, at hin fyrsta kristna samkoman helt fast saman um bønirnar. Paulus sigur einastaðni: “Biðið uttan íhald” (1 Tess 5,17). Bønin er ein partur av trúarlívinum, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan. Hon er so at siga andadráttur teirra kristnu. Um vit ikki biðja, so kvalast vit spakuliga!

Í Bíbliuni vísir Jesus okkum eisini sjálvur bønarvegin: “Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn…” Henda dagin var fjallið loynikamarið hjá Jesusi –  eitt stað, har hann kundi vera einsamallur í einingi saman við Faðirinum í bøn. Hetta var eisini tað, sum Jesus sjálvur hevði lært lærusveinarnar at gera. Og hetta er eisini tað, sum hann lærir okkum at gera: “Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær”, sigur Jesus (Matt 6,6). Um Jesus hevði brúk fyri at trekkja seg til síðis fyri at vera einsamallur og stillur saman við Gudi í bøn, so hava tú og eg sanniliga eisini brúk fyri tí!

LES EISINI  CORONAVIRUS - inntriv í trúarlívið

Og tað eru eisini stór lyftir knýtt at júst hesum. Paulus sigur t.d.: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,6-7). Hetta er fruktin, sum vit fáa í loynikamarinum!

Opb 3,20 lýsir eisini nokkso væl, hvat bøn er: “Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær.” Tað er Jesus, sum fær okkum til at biðja, tí at tað er hann, sum bankar uppá dyrnar. Soleiðis vísir hann okkum, at hann vil inn til okkara. Okkara bøn er altíð ein fylgja av, at Jesus bankar uppá okkara hjartadyr. Hann bankar uppá, fyri at fáa okkum til at opna dyrnar við bønini. Tá ið vit biðja, lata vit altso dyrnar upp fyri Jesusi og øllum hansara góðu gávum. Hetta er tað, sum tú og eg hava brúk fyri fyri at liva. Latið okkum tí halda fast saman um bønirnar!

Bíblian

Gud hevur givið okkum sítt orð fyri at frelsa, varðveita og styrkja okkum í trúnni. Um hetta sigur Paulus: “Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr” (Róm 1,16). Hann sigur, at hinar heilagu skriftirnar (tvs. Bíblian) kann gera menniskju vís til frelsu við trúnni á Krist Jesus. Og omaná tað sigur hann eisini: “Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk” (2 Tim 3,15-17). Tá ið Paulus sigur “fyri at”, leggur hann harvið eisini dent á, at Bíblian er givin okkum við einum ávísum formáli, nevniliga at gera okkum albúgvin og fullfør – at gera okkum búgvin til lívið sum kristin. Tá ið Bíblian hevur henda eginleikan, so merkir tað sjálvandi eisini, at vit ikki verða albúgvin og fullfør, um vit skúgva Bíbliuna og hennara eginleikar til viks. Bíbliulesnaður er altso heilt avgerandi fyri okkara andliga lív!

Tá ið vit tosa um Bíbliuna, tosa vit um gudinnblástar skriftir, soleiðis sum Paulus orðar tað. Bíblian hevur altso ein íbúgvandi mátt, tí at hon er gudinnblásin. Um vit sum kristin og kirkja sum heild skulu varðveita trúnna á Jesus, so  Guds orð ljóða klárt og týðuliga okkara millum. Uttan Bíliuna doyggja vit í andaligum hungri. Í Jóh 8,31 lesa vit: “Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir.” Tá ið vit liva í Orðinum, livir Jesus eisini í okkum.

Sl 119,105 sigur tað so gott: “Títt orð er ein lygt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.”  Um vit ímynda okkum, at vit eru á veg heim gjøgnum eina skóg eina myrka nátt. Um vit tá ikki hava nakað ljós á gøtuni, villast vit eisini skjótt av leið. Uttan eitt ljós í hesum myrkrinum detta vit skjótt um steinarnar og greinarnar á gøtuni. Uttan nakað ljós síggja vit ikki, um vit yvir høvur ganga á hinari røttu gøtuni. Men tá ið vit á hinari síðuni hava eitt ljós hjá okkum, meðan vit ganga gjøgnum hesa myrku skógina, síggja vit, hvar okkara føtur stíga. Nú kunnu vit gleiva upp um steinarnar og greinarnar á gøtuni. Nú síggja vit gøtuna, sum førir okkum heim til húsa.

Soleiðis er tað eisini við okkara Bíbliu. Hon er eitt ljós í myrkrinum, sum vísir okkum vegin heim til Himmals. Hon er ein vegvísari til Himmals! Tí mugu vit halda fast saman um Bíbliuna, Guds orð!

Brøðralagið 

Hin fyrsta kristna samkoman helt eisini fast saman um brøðralagið. Sum kristin hava vit nevniliga tørv á hvørjum øðrum. Í 1 Kor 12,27 sigur Paulus: “Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg.” Vit eru likam Krists, og eitt likam hevur sjálvandi brúk fyri øllum sínum limum!

Ein hevur orðað tað soleiðis: “Hvat er tá kirkjan? Hon er ikki bara ein bygningur, heldur ikki eitt felag, samtak ella stovnur, sum menniskju hava tikið seg saman um. Var hon okkurt av hesum, hevði eingin orsøk verið til at játta sína trúgv á hana. Men hon er Kristi likam á jørð, eftir tað at hann er farin til himmals, og Heilagi Andin er komin. Hetta merkir, at kirkjan er hansara muður, hansara hendur og hansara føtur. Kirkjan er tann staður, har hann er hjá okkum og virkar okkara millum. Tá ið vit verða doypt, verða vit innlimaði í likami hansara. Tá ið vit tala um at vera kirkju-“limir”, tá tala vit um okkurt ómetaliga stórt:

  • vit hoyra Kristi til sum limir á hansara likami, hansara lív er okkara lív,
  • og vit hoyra hvørjum øðrum til, vit hoyra saman, sum limirnir á likaminum hoyra saman.

Her snýr tað seg ikki um eitthvørt vanligt felag, men um eina sameining við Krist” (K. Robert Hansen). Tí mugu vit eisini halda fast saman um brøðralagið!

Latið okkum tí halda fast saman um tær 5 B-vitaminirnar, ið hava ein avgerandi týdning fyri okkara andliga lív:

  • Baðið…
  • Borðið…
  • Bønin…
  • Bíblian…
  • Brøðralagið…

Kelda: www.jonhard.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina