Vegleiðandi ella villleiðandi

Hirði góði, halt tú meg, hjá tær innan haga; ótrygt er á heimsins veg, niður mangt vil draga, heimsins Heb. 13.7. Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir! er løtt og sløtt, himlagøtan trong og brøtt, tó til lívs er lagað.

Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir!
Heb. 13.7.

BØN:
Hirði góði, halt tú meg, hjá tær innan haga; ótrygt er á heimsins veg, niður mangt vil draga, heimsins rás er løtt og sløtt, himlagøtan trong og brøtt, tó til lívs er lagað.

Fyri nøkrum árum síðani vóru tvey útlendsk ferðafólk, móðir og døtur farin til gongu úr Bø til Gásadals, men tær viltust í mjørkanum. Tíbetur fingu tær givið boð frá sær. Tær báðar vóru komnar fram á ein varða, sum enntá hevði eitt staðarnavn fest á, tað var á Skarði, og tí bar væl til at fáa ein staðkendan mann eftir teimum og tær komu oman aftur í øllum góðum.

Í Føroyum, eins og øðrum londum kring heimin, eru fleiri túsund varðar laðaðir. Hesir varðar á bygdagøtunum hava stóran týdning fyri at koma trygt fram millum bygdir. Varðarnir vóru laðaðir sum vegvísarar og leiðbeinarar á leiðini og vóru nógv brúktir av forfedrum okkara, áðrenn vegasamband kom, sum vit kenna tað í dag.

Tá ið illveður, kavarok og myrkur kom á, ráddi tað um at halda seg til varðan til tað aftur lýsti fyri degi, so ein ikki gekk seg í óføri.

Mong eru tey, sum enn í dag, hava stórt gagn av varðunum í haga og á bygdagøtunum kring landið, eisini við atliti til ferðavinnuna. Ein góður siður er og sum fleiri eru lærd upp í, tað er, at tá gingið verður framvið einum varða, tá at leggja ein stein á.

Tað hevur verið alment frammi um, hvussu vandamikið tað kann vera, at fleiri varðar standa tætt saman á einum staði, tí tað kann vera meiri villleiðandi enn vegleiðandi, tí hvør varði er nú tann rætti at halda seg til. Lat okkum tí ikki laða fleiri villleiðandi varðar á bygdagøtunum, tí hetta er ein óskikkur og kann skapa óhepnar støður, og kann hava vanlukkuligar fylgjur, um nú mjørki ella myrkur kemur á.

Eins og varðarnir eru laðaðir á bygdagøtunum, ymiskir í sniði, í hædd og útsjónd, so ymisk eru vit menniskju, tó skapað í Guds mynd, eingin av okkum er eins, men øll eru vit eitt í Kristi, hava sama endamál og tað er at vera ljós og vitni í gerandisdegnum.

Vit lesa í GT, hvussu Gud leiddi fólkið á ferðina yvir um Reyðahavið í 2. Mós.13.21-22

Men Harrin gekk undan teimum um dagin í skýstólpa til at vísa teimum vegin og um náttina í eldstólpa til at lýsa teimum, so at teir kundu ganga dag sum nátt. Um dagin veik ikki skýstólpin frá fólkinum og ikki heldur eldstólpin um náttina.

Og í NT er tað Jesus sjálvur sum savnar lærusveinar sínar og biður teir fylgja sær eftir og seinni í Matt. 24 sigur hann «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. Tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Eg eri Kristus,» og teir skulu villleiða mong.

Somuleiðis eru nógvar røddir frammi í dag, sum vilja villleiða og leiða fólkið á avvegir og skjótt er at missa fótafestið og gloyma tey andaligu virðini og andaligu kósina.

Tí biðja og vóna vit, at tú letur teg leiða av Jesusi, at tú ert í bøn og søkir Jesus í orðinum. At tú ert við til at laða varðar, sum vísa leiðina heim til himmalin og tú eisini ynskir at vera eitt klípi, sum heldur varðanum uppi, tá stormarnir leika í.

Sanniliga hava vit nógv at takka okkara forfedrum fyri, teimum, ið gingu undan, teimum, ið peikaðu okkum á Jesus Kristus, teimum, ið høvdu sunnudagsskúla, ungdómsmøti, og sum trúliga sáaðu Orðið og ikki lógu á boðunum. Og takk til tey, sum í hesum landi bygdu og byggja kirkjur og missións- og samkomuhús til samtíðina og komandi ættarlið.

Við tøkk og hávirðing eiga vit at minnist til vegleiðarar okkara, sum hava talað Guðs orð til okkara og líta at endalyktini á ævi teirra, og fylgja trúgv teirra eftir!

Tú hevur uttan iva onkra góða fyrimynd, sum hevur verið tær ein hollur og dyggur stuðul og vegleiðari ígjøgnum lívið.

Men skulu vit ikki fara av leið og villast, mugu vit festa okkara trúareygu á Jesus Kristus, sum ongantíð er burtur í mjørkanum ella í myrkrinum, men er hin sami í gjár og í dag og til ævigar tíðir.

Tú ger rætt við at halda teg til tann størsta og týdningarmesta varðan av øllum. Hann sum varð reistur á Golgata, har Jesus Kristus varð hongdur á krossin tína vegna, fyri at tú við trúnni á hann kann ogna tær hitt æviga lívið. Henda arv og boðskapin um Jesus, ynskja vit at bera víðari til okkara komandi ættarlið, tá tey syngja av hjarta.

Byggja Guðs ríki, byggja Guðs ríki, byggja Guðs ríki her á jørð.

Bøn til Gud: Ger mær kunnan tann veg, eg skal ganga, tí til tín eg sál mína hevji.

Árni Jacobsen, Leirvík

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina