Eitt lívsumbroytandi møti

SAT-7 er ein virkin kveikjari fyri trúarmøti og lívsbroyting. Ikki bert gjøgnum teirra kristnu sendingar, ið  síggjast um alt Miðeystur, men eisini tí orkuríka fjølmentanarliga umhvørvinum um SAT-7 og teirra arbeiði á Kypern. Owis er eitt av teim menniskjum, hvørs lív er kollveltandi broytt. Hann kemur úr Jemen, og tað var gjøgnum bornholmska Joel, at hann royndi, hvør Jesus er.

Joel Zakarias Dam hevur starvað fyri SAT-7 síðan 2018. Í fyrstu atløgu sum sjálvboðin og síðan útsendur av Mission Afrika til eina trúboðaratænastu sum starvsfólk í TV-studiunum í Limassol. Joel kemur javnan í eina staðbundna kirkju, og tað var her, at vegir Owis og Joels stoyttu saman.

Vónloysisøði fekk hann til at søkja Jesus

Owis er í dag ein ungur maður upp á 20. Fyri mongum árum síðani valdu foreldur hansara at flyta til Saudi Saudi-Arabia, burtur frá krígnum í Jemen. Betri handilsmøguleikar førdu síðan familjuna til Kypern í 2017. 

Á Kypern rendi mamma Owis seg í kristin, og hon hoyrdi fyri fyrstu ferð um kærleika Guds til hennara. Mamma Owis royndi at fáa Owis við í kirkju, men hann sá seg enn sum ein rætttrúgvandi muslim og vildi tískil ikki koma við. Kortini var hann forvitin og bað í loyndum Jesus um at opinbera seg fyri sær. Hansara vónloysi og øði vaks, tí hann var í persónligum trupulleikum. Ein sunnudag gav hann seg loksins og fylgdist við mammu síni í kirkju. Tað gjørdist ein mentanarhvøkkur, og hann varð bilsin um, at ongin boðaði hatur og deyða yvir menniskju úr øðrum trúarrætningum!

Skeggið hjá Joel gjørdi Owis tryggan

Aftaná gudstænastuna fór Owis saman við teimum ungu í kirkjuna til morgunmatar. Her kom hann at sita yvirav Joel, og hann fann tryggleika í tí hálvlanga rísna skegginum, ið hann lættliga kendi aftur frá islam. Hann legði til merkis, at Joel drakk eina øl.

“Drekka tit kristin øl,” spurdi hann. “Ja, eg geri,” svaraði Joel, “men eg drekki meg ikki fullan.” Owis gjørdist forvitin og setti íðin fleiri spurningar um kristnu trúnna og tess praksis. Joel hevði ikki nøkur svørt-hvít svør, men greiddi frá, at Gud leitar eftir einum sambandi, har okkara hjarta verður eins og hjarta Hansara.

Upplivingin fekk djúpa ávirkan á Owis. Hann byrjaði at skilja Jesus á ein annan hátt enn áður, og hóast iva og óvissu byrjaði hann so smátt at kalla seg sjálvan ein kristnan. Owis er í dag vorðin doyptur.   

Vit eru øll trúboðarar

”Hóast eg ofta haldi, at eg sakni tey góðu svørini, so upplivi eg kortini, at Gud meira enn so kann nýta míni brot. Tað, vóni eg, kann verða ein eggjan fyri onnur, ið fegin vilja luta sína trúgv við onnur. Vit eru øll trúboðarar. Vit umboða Jesus, sama hvat stendur í setanarsáttmálanum,” sigur Joel.

Vinalagið og trúarferðin saman við Owis hevur flutt nakað í Joel. Hann hevur fingið eitt endurnýggjað sýn uppá arbeiði sítt.

“Fyrr helt eg, tað “feitasta” var at vera tøkningur og vera handan myndatólið. Men Gud hevur arbeitt við mær. Mítt kall er nú víðkað. Mann kann ikki bara stempla út sum kristin kl.16, tað gevur onga meining,” staðfestir Joel at enda.
SAT-7: Katrine Lund

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina