Hvussu er støðan hjá teimum kristnu í Sýria?

Eftir fallið hjá Assad berjast teir kristnu minnilutarnir í Sýria fyri at yvirliva og fyri rættindum í einum landi merkt av ótta og politiskum lógloysi. Hetta sigur leiðarin fyri altjóða arbeiðið hjá Norska Bíbliufelagnum, sum júst er komin aftur av ferð í Sýria.

“Vit mugu flyta úr Sýria.” Orðini koma frá Taru, eini kristnari kvinnu úr býnum Homs í vestara parti av Sýria.

Bernt G. Olsen, sum dagliga leiðir altjóða arbeiðið hjá Norska Bíbliufelagnum, hitti hana undir síni seinastu vitjan í landinum. Tara torir ikki longur at búgva einsamøll í sínum heimi, og hetta er, sambært Olsen, ein frásøgn, ið lýsir tann grundleggjandi óttan og ta treingjandi støðuna, sum tey kristnu liva í.

Eftir at einaræðisharrin Bashar al-Assad fall í fjør, hava nýggir valdshavarar tikið yvir stovnar og myndugleikar, men nógv kristin síggja onga vón í hesum, sum skuldi verið ein nýggj byrjan. Tvørturímóti siga tey, at støðan nú er verri enn tey blóðugu árini við vápnaðum stríði.

“Tey kristnu, eg tosaði við, søgdu, at hetta er tann ringasta tíð, tey nakrantíð hava upplivað,” sigur Bernt G. Olsen. “Og hvør í Vesturheiminum vil taka ímóti teimum kristnu, nú kríggið alment er av?”

Ótti, radikalisering og vantandi vernd

Ein týðandi orsøk til stóra óttan hjá teimum kristnu eru eisini tey ræðuligu drápini á alawittar síðani mars – ein religiøsur minniluti, sum, eins og tey kristnu, hevur verið fyri hatur og forfylging, men sum í mong ár eisini hava verið vard av stýrinum og Bashar al-Assad.

LES EISINI  260 milliónir kristin fyri álvarsamari forfylging, og forfylgingin er økt í Vesturafrika og í Kina

“Óttin snýr seg ikki bara um tað, sum er hent, men um hvat tað kann føra við sær. Tá ein minniluti verður álopin, kenna hinir seg beinanvegin meiri útsettar,” sigur Olsen.

Nógv kristin kenna, at støðan er vorðin meira radikaliserað, og at verjan er horvin – og tey stúra fyri, at tey verða tey næstu. “Eg hitti fólk, sum ikki høvdu sovið í sjey nætur,” sigur Olsen. “Tað snýr seg ikki longur bara um politikk, men um at yvirliva. Tey kenna seg gloymd.”

Hann leggur afturat: “Samtalurnar við tey kristnu hava verið djúpt rørandi. Hetta er nakað av tí mest krevjandi, eg nakrantíð havi upplivað.”

Krøv um rættindi og borgaraliga lóg

Hóast óttan royna teir kristnu leiðararnir í Sýria at taka lut í nýggja politiska veruleikunum. Tey hava sett fram trý krøv til nýggju myndugleikarnar:

Rættin at varðveita sína kristnu lívsleið. Rættin til borgaraliga lógir fyri ikki-muslimar og javnrættindi fyri øll. Myndugleikarnir hava lurtað, men enn ikki svarað ítøkiliga, sigur Olsen.

LES EISINI  Prestur kendi seg vónbrotnan í turkiskum fongsli

“Ein prestur segði mær, at myndugleikarnir siga øll tey røttu orðini, men samstundis loyva teir álop á aðrar minnilutar. Tað er trupult at hava álit á teimum,” sigur hann.

Eisini kirkjurnar stríðast við innanhýsis stríð og klandur. Nøkur hava søguliga stuðlað Assad-stýrinum fyri at tryggja sær verju undir krígnum. Hetta hevur skapað ein arv, sum ger tað trupult at finna eina felags rødd ella krevja broytingar.

“Tey megnaðu ikki at semjast um eina felags fráboðan í  Sýriska Bíbliufelagnum,” sigur Olsen. “Tað sigur nógv um spenningarnar.”

Tekin um broyting?

Viðvíkjandi nýggju stjórnini, har ein kristin kvinna nú hevur fingið eitt ráðharrapláss, er Olsen varliga vónríkur.

“Eg vil siga, at hetta er svar upp á krøvini frá teimum kristnu – at minnilutar eru tiknir við í stjórnina,” sigur hann. Men hann undirstrikar, at tað í sjálvum sær ikki er nóg mikið. “Eftir mína vitjan hevur tað verið nógv fram og aftur við reglugerðum. Alkohol varð t.d. bannað í Damaskus, men varð loyvt aftur eftir mótmæli. Hetta vísir á trýstið frá átrúnaðarligum bólkum, og hvussu veik  javnvágin er,” sigur Olsen.

Avgerandi spurningurin hjá mongum kristnum er lóggávan.

“Um sharialógin ikki verður avtikin, so má hon í minsta lagi verða liðug við verðsligu lóggávuna, sum eisini kristin og onnur ikki-muslimar kunnu liva við,” sigur hann.

LES EISINI  Nýggjur ST-dagur at minnast tey, ið eru fyri harðskapi vegna trúgv

Bíbliur, vón og tilveruhjálp

Mitt í ótrygga veruleikanum arbeiðir Sýriska Bíbliufelagið framvegis við at styrkja trúgv og vón hjá teimum kristnu, ið eftir eru.

“Nógv ung kenna ikki longur sína trúgv,” sigur Olsen.

Á ferð síni hitti hann ung kristin, sum ætla sær at flyta úr landinum so skjótt, tey eru liðug við útbúgvingina. Nógv seta avgerandi tilveru spurningar og kenna eina djúpa kenslu av at vera gloymd – bæði av Gudi og av altjóða samfelagnum.

Bíbliufelagið í Sýria deilir út bíbliur og skipar fyri undirvísing fyri børn og vaksin – ofta gjøgnum skapandi miðlar sum tekning, tónleik og samrøður.

Áðrenn borgarakríggið í 2011 vóru umleið 1,5 milliónir kristin í Sýria. Í dag eru færri enn hálv millión eftir. Í Aleppo er talið fallið úr 500.000 niður í undir 25.000.

Bernt G. Olsen endar við hesum orðum: “Tey biðja okkum um ikki at gloyma tey. Men at vit biðja fyri teimum og tala teirra søk.”

Lat okkum minnast til at biðja fyri brøðrum og systrum okkara í Sýria og øllum teimum, ið verða forfylgd fyri Jesus navn skuld.

Ásbjørn Jacobsen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina