Ringt at skilja Gud í hesum

Silas Olofson og familjan búgva nú í Hvannasundi. Tey hava búð í Turkalandi í nøkur ár, har Silas hevur virkað sum trúboðari og prestur, og tey skuldu fara avstað aftur í summar. Men í februar varð Silas vístur úr Turkalandi. – Nú havi eg lært málið, eri rættiliga effektivur, havi fingið samband við nógv fólk og havi gott vinalag við tey, og so varð eg knappliga tikin burtur úr hesum. Nei, tað er ikki lætt at skilja, men Gud er Gud, og hann má taka ábyrgdina av hesum. Tí arbeiðið er ikki mítt, men hansara, sigur Silas.

Silas er føddur í Danmark í 1983 og búði har fimm tey fyrstu árini. Tá fekk pápi hansara, Peter O. K. Olofson, embæti sum prestur í Fuglafirði, og tey fluttu tá til Føroya.

– So eg eri vaksin upp í Fuglafirði, og Fuglafjørður er tað plássið, har eg havi búð longst. Vit eru trý systkin. Thomas, sum er eldri, og Lina, sum er yngri enn eg.

Tá Silas var liðugur við skúlan, fór hann á eftirskúla á Hedemølle í Danmark, og fór síðani á studentaskúla, eisini í Danmark. Eftir studentaskúlan flutti hann heimaaftur til Føroya.

– Tá vóru foreldrini flutt til Klaksvíkar, so tá búði eg eisini har. Eg var so við Næraberg og arbeiddi eisini við laksi á Kryvjivirkinum, har eg eisini hitti hana, sum seinni gjørdist kona mín, Julianna, sum er ættað úr Hvannasundi. Vit eiga trý børn, sigur Silas.

Trúboðarakall sum 10 ára gamal

Seinni fóru tey bæði á bíbliuskúla í Hillerød, og eftir tað giftust tey. Silas fór tá undir at lesa gudfrøði, og Julianna fór at lesa til pedagog.

– Eg havi havt eitt kall til at vera trúboðari, líka síðani eg var umleið 10 ára gamal, so tað havi eg miðað eftir alla tíðina. Havi mangan spurt meg sjálvan: Hvat er mest umráðandi, hetta at hava ein fínan bil, eini stór hús, góða pensjón, ella er tað, at menniskjur koma til trúgv á Jesus?

Líka síðani 10 ára aldur hevur tað ligið sum eitt kall, sum bara er vorðið sterkari og sterkari. So tað, at eg fór at lesa gudfrøði, var við tí fyri eyga, at fara út sum trúboðari við serligum atliti til islam, sigur Silas.

Fokusera uppá tey ónáddu

Meðan hann las, rendi hann seg inn í eini hagtøl, sum býta fólk upp í tríggjar nøkulunda líka stórar bólkar: Tey, sum hava hoyrt evangeliið, tey, sum hava onkra vitan um kristindómin, men ikki nógv, og síðsti triðingurin hevur als ikki hoyrt evangeliið.

– Hesin statistikkur segði, at 73% av teimum, sum er farin út sum trúboðarar, arbeiða millum tann partin, sum longu hevur hoyrt evangeliið, 23% arbeiða millum tey, sum vita eitt sindur, og bara 2,4% arbeiða millum tey, sum als ikki hava hoyrt evangeliið. Fyrst ætlaðu vit okkum at fara til Afrika, sum so mangir aðrir trúboðarar, men tað tóktist ólogiskt fyri meg, tí har er kristindómurin ikki so illa fyri, ja, summastaðni er hann helst betur fyri enn her heima hjá okkum. Og tí byrjaði eg at fokusera uppá tey ónáddu, og har er tað soleiðis, at Turkaland er millum tey minst náddu londini í heiminum. Mett verður, at í Turkalandi eru umleið 5.000 trúgvandi av umleið 80 milliónum. So tað eru øgiliga fá, sigur Silas.

LES EISINI  Spildurnýtt bíbliuskúlatilboð í Afrika og Danmark: “Altjóða lærusveinavenjing”

Neyðhjálpararbeiði millum flóttafólk

Silas byrjaði at ferðast til Turkalands í 2008, saman við øðrum, og var har av og á fram til 2012, tá hann og familjan fluttu hagar at búgva í høvuðsstaðnum.

– Har var nógv ymiskt at gera. Tveir dagar um vikuna arbeiddu vit við at hjálpa flóttafólkum, sum tað er nógv av har. Eini 6000 vóru rundan um har, vit búðu. Nógv búðu á eini stórari bussstøð, og liva av tí, sum tey klára at bidda. So vit gjørdu rís við høsnarunga í í risastórum grýtum og góvu teimum í tallerkum, og so stóðu tey í kø, kanska í fleiri tímar, fyri at fáa nakrar tallerkar av mati til familjuna. Vit keyptu eisini klæðir og skógvar til tey fyri pengar, sum vit millum annað fingu úr Føroyum. Tað kann gerast rættiliga kalt har um veturin, og nógv børn høvdu ongar skógvar at fara í. So ein kann siga, at tað var eitt slag av hjálpararbeiði. Tey flestu flóttafólkini tosaðu arabiskt, so vit høvdu nakrar turkarar, sum vóru kristnir, við okkum, sum kundu tulka. Tað vóru eisini fleiri, sum komu til trúgv gjøgnum hetta arbeiðið.

– Vit skuldu vera sera varin. Tað er sjálvandi ikki ólógligt at hjálpa, men politinum dámdi ikki væl, at vit vóru har, tí tey vistu, at vit vóru kristin. Tey tosaðu viðhvørt við okkum fyri at tryggja sær, at vit ikki høvdu nakra kristna propaganda við okkum at býta út har, sigur Silas.

Djarvur, men ikki tápuligur

Ein annar partur av arbeiðinum var at evangelisera, men tey máttu fara sera varliga fram.

– Ja, boðskapurin skal út, og tá ræður um at vera djarvur, men ikki tápuligur. Ein má finna eina javnvág, hvussu ein skal arbeiða, tí tað er veruliga kompliserað. So meginparturin av evangeliseringini var gjøgnum samrøður, har vit bjóðaðu fólki heim, ella fóru á kafé og drukku kaffi, og á tann hátt tosaðu saman. Vit byrjaðu at savnast heima hjá okkum, men grannarnir gjørdust skjótt greiðir yvir, hvat gekk fyri seg, so vit vórðu blakað út úr íbúðini. Vit fingu so eina aðra íbúð, men hatta, at savnast heima hjá okkum, bar ikki til. Í hvussu so er ikki regluliga. Tað vóru nokk so nógv kristin og fólk, sum høvdu áhuga fyri kristindóminum, so vit leigaðu eini hús og høvdu so kirkju har. Vit fingu loyvi frá leigaranum til tað, og tá er tað ikki ólógligt, sigur Silas.

– Og tað gekk eina tíð. Tað vóru yvir 300 fólk, sum komu til gudstænastur og bíbliutímar, og nøkur vórðu doypt. Men tað var strævið at arbeiða á tann hátt, tí loyniløgreglan kom eisini í kirkjuna viðhvørt, leggur hann afturat.

LES EISINI  Forfylgd vegna trúgv sína

Kirkjufelagsskapurin tann nýggja familjan

Silas sigur, at tað var øgiliga positivt at síggja, hvussu Gud virkar upp á ymsar mátar. Men tað krevur nógv arbeiði, tí í Turkalandi er tað soleiðis, at um ein gerst kristin, so kann tað skjótt henda, at foreldrini tveita ein út á gøtuna, tí tey vilja ikki hava ein at búgva heima longur, og tey vilja ikki geva einum pengar ella hava nakað sum helst við ein at gera.

– Tey gerast í øðini um hetta, tí tað er eitt tað ringasta, tú kanst gera í móti teimum, tað at fara frá islam. So tí verður kirkjufelagsskapurin ofta tann nýggja familja hjá teimum kristnu. Og tá so onkur ringir klokkan fýra um náttina og kærir sína neyð, ber ikki til at biðja viðkomandi ringja aftur í morgin millum klokkan tað og tað. So tað er krevjandi at arbeiða í einum slíkum landi, men ein sær, hvussu Heilagi Andin virkar. Eg dugi væl turkiska málið, og uppgávan hjá mær var í stóran mun at læra turkar at tosa við aðrar turkar. Tí um ein kristin turkur kann tosa við ein annan turka, er tað nakað kollveltandi fyri tey. Tí tey meta tað soleiðis, at tú kanst ikki vera turkur og vera kristin. At vera turkur er tað sama sum at vera muslimur.

Vístur av landinum

Eftir at hava verið heima í Føroyum í eina tíð var ætlanin, at Silas og familjan skuldu fara avstað aftur til Turkalands í summar, men tá Silas í februar fór til Turkalands at gera nakrar fyrireikingar, slapp hann ikki inn aftur í landið. Politiið steðgaði honum á flogvøllinum, tí hann var ein vandi fyri turkisku trygdina, varð sagt.

– Teir vita, hvat eg geri í Turkalandi, ja, fregnartænastan har veit alt um øll, og eftir at hava sitið í fongsli í eitt samdøgur, varð eg sendur av landinum aftur.

Tað var tað mest ‘óbehagiliga’, eg nakrantíð havi upplivað, sigur Silas, og hevur ikki hug at tosa meira um tað.

Ringt at skilja Gud

– Tað er ringt at skilja Gud í hesum her. Nú havi eg lært málið, eri rættiliga effektivur, havi fingið samband við nógv fólk og havi gott vinalag við tey, og so var ein knappliga tikin burtur úr hesum. Nei, tað er ikki lætt at skilja, men Gud er Gud, og hann má taka ábyrgdina av hesum her. Tí arbeiðið er ikki mítt arbeiði, men hansara. Men søgan hevur víst aðrastaðni, til dømis í Kina, at tá trúboðararnir vórðu blakaðir út, vaks kirkjan mest. Tað verður sagt, at Gud hevur mist fleiri børn í viðgongd enn í mótgongd. Tað er tá mótgongdin kemur, at kirkjan veksur.

– Framtíðina vita vit einki um. Tað er bara Gud, sum kennir hana. Fari eg aftur til Turkalands, so endi eg í fongsli, so tað verður tað ikki, sum nú er; men kanska fara viðurskiftini har at broytast seinni, tað hevur hent seg aðrastaðni, sigur Silas.

LES EISINI  World Watch List nr. 2 - Afganistan

Dagligur leiðari hjá KMF og timburmaður

Silas og familjan búgva nú í Hvannasundi. 1. mai varð hann settur í hálvtíðarstarv sum dagligur leiðari hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum (KMF).

– Tað snýr seg um at taka sær av dagligu leiðsluni hjá KMF, sum søguliga hevur fokuserað nógv uppá ytrimissión, og hevur havt trúboðarar úti í Etiopia í mong ár. Somuleiðis foreldur míni, sum vóru í Tansania fleiri ár, og KMF var eisini høvuðsstuðul hjá okkum, nú vit vóru í Turkalandi og tí arbeiðinum, sum vit gjørdu har, og tað heldur áfram, hóast vit ikki eru har nú. Eisini stuðlar KMF kristiligum útvarpssendingum í Kina og aðrastaðni, og stuðlar fólki at fara á bíbliuskúla. KMF arbeiðir nógv saman við Luthersk Missión í Danmark og Norsk Luthersk Mission, so arbeiðið við at senda trúboðarar út verður gjørt ígjøgnum okkara samstarvsfelagar fíggjarliga og gjøgnum forbøn. Ikki soleiðis, at vit sjálv senda trúboðarar út, sigur Silas.

Hann hevur eisini ábyrgdina av ymsum tiltøkum hjá KMF, røkir heimasíðuna og talar á møtum ymsastaðni.
Annars arbeiðir Silas eisini sum timburmaður hjá einum virki í Klaksvík.

Stóran áhuga fyri fuglum

Nakað annað, sum hevur ómetaliga stóran áhuga hjá Silasi, eru fuglar.

– Eg havi havt áhuga fyri fuglum, síðani eg var smádrongur. Eg var so heppin at hava ein sera góðan lærara í lívfrøði í fólkaskúlanum, sum dugdi so sera væl at tekna og greiða frá. Og í studentaskúlanum hevði eg eisini ein lærara, sum var sera áhugaður í fuglum, og vit báðir hava ferðast saman til Spania, Týsklands, Svøríki, Florida og aðrastaðni, bara fyri at hyggja at fuglum. Eg lærdi so ómetaliga nógv av honum á hesum ferðum um ymisk eyðkenni á fuglum, í staðin fyri at skula hyggja í onkra bók. Síðani tá er áhugin bara vaksin, sigur Silas.

Hann sigur, at Føroyar eru eitt ófatiliga spennandi land í so máta.

– Bara í dag, tá eg koyrdi gjøgnum Kollafjørð, kom eg fram á eina Bolladunnu úr Norðuramerika. Hon er flogin allan vegin úr Norðuramerika til Kollafjarðar. Í gjár var eg í Svínoy, og tá fann eg eina Roðaígðu, sum kemur úr Eysturevropa.

So her kanst tú finna fuglar úr hvør sínum heraðshorni. Tað er ótrúliga stuttligt. Eina aðru ferð, eg var í Svínoy, fann eg ein Bjargaljóm, sum livir í Himalaya fjøllunum. Teir villast av leið av veðri og vindi, ella tað kann eisini vera okkurt genetiskt, sum ger tað, sigur hann.

Hann nevnir eisini eitt dømi um skráp, sum varð tikin í Onglandi, koyrdur í flogfar og førdur til USA og sleptur har. Trý samdøgur seinni var skrápurin aftur á sama staði í Onglandi.

– Fantastisk navigatión! Eg síggi eisini hetta sum ein vitnisburð um, hvussu kreativur Gud er, sigur Silas at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina