Dagbókin hjá dripnu kvinnuni

Vibia Perpetua var ung kvinna av aðalsætt. Hon var 22 ára gomul, hjúnafelagi og mamma hjá einum lítlum dreingi. Og so var hon kristin. Hin 7. mars í árinum 203 varð hon dripin vegna trúgv sína. Tað hendi í býnum Carthage í Norðurafriku.

Tá vit í dag kenna søguna hjá Perpetuu, kemst tað fyrst og fremst av, at hon sjálv skrivaði hana. Frásøgn hennara eitur The Passion of Saints Perpetua and Felicitas og er eitt av teimum mongu sjáldsomu dømunum um varðveittar tekstir, skrivaðir av einum kvinnuligum høvundi tá í tíðini. Teksturin hevur tí nógv at siga í fatanini av tátíðar kvinnum. Men mest av øllum er frásøgnin dagbókin hjá einum pínslarvátti.

Takkað veri hennara dagbók havas vit í dag eina hugmynd um tað, sum fór fram seinastu dagarnar í lívi hennara.

Frásøgnin varð eftir deyða hennara skrivað liðug av samtíðar fólki hennara. Hvørjum vita vit ikki.

Tey vóru fimm kristin, sum vóru dømd til deyða á stríðsvøllinum. Ein av hinum var kvinnan Felicitas. Hon var trælur og við barn. Tveir dagar undan hon varð tikin av døgum, átti hon eina dóttir.

Í fongsul

Pápi Perpetuu var heidningur, og hann kom ofta til fongslið berandi lítla sonin hjá Perpetuu. Við lítla dreinginum í ørmunum bønaði og bað hann dóttir sína um at sleppa Jesusi og bjarga lívinum. Men til onga nyttu. Av og á fekk Perpetua loyvi at geva soninum bróst.

LES EISINI  Prestur í Tadsjikistan latin leysur tríggjar mánaðir ov tíðliga

Perpetua skrivar soleiðis í bók síni:,

Tá eg var í valdi hjá forfylgjarunum, royndi pápi mín í eymu umsorgan síni harðliga at draga meg burtur frá trúnni, skrivaði Perpetua, og helt áfram:

Pápi, segði eg, tú sært hesa kannuna: Kunnu vit nevna hana við øðrum navni enn hon er?
– Nei, svaraði hann.
– Eg kann heldur ikki, segði eg, kalla meg sjálvan nakað annað navn enn kristnan.
– Dóttir, segði hann: Hav miskunn við mínum gráu hárum; hav miskunn við pápa tínum.Ger mær ikki fyri skommum. Sí brøðupr tínir, mamma tín og mostur; sí barn títt, sum ikki kann liva uttan teg. Oyðilegg ikki okkum øll.

The Passion of Saints Perpetua and Felicitas

Soleiðis tosaði pápi mín, kysti hendur mínar og kastaði seg fyri føtur mínar. Og eg græt um pápa mín, tí hann sum tann einasti í familju míni ikki vildi gleða seg um pínslarvátta deyða mín. So eg troystaði hann og segði:

– Í hesi roynd hendir tað, sum Gud ger av.Vit eru ikki í okkara egnu hondum, men í Guds hond. So fór hann frá mær, meðan hann græt beiskliga.

Rættarmálið

Perpetua og hennara fýra brøður og systrar í Harranum komu fyri rættin. Tað var guvernørurin Hilarianus sum var dómari í málinum. Fyrst vórðu vinirnir avhoyrdir. Ein eftir annan játtaðu teir, at teir vóru kristnir. Og ein eftir annan noktaðu teir at bera offur á rómverska altarið. Tað var soleiðis, at tú slapst undan deyðadóminum, um tú sum kristin kastaði nøkur roykilsiskorn á heidna gudaaltarið og harvið viðurkendi hansara yvirræði. Men eingin av vinum Perpetuu vildu viðurkenna, at heidni gudurin var størri enn Kristus. Síðani vendi Hilarianus sær móti Perpetuu og hugdi spyrjandi uppá hana.

LES EISINI  “Guds gísli” skrivar bók um trúarkreppu sína

Í somu løtu trokaði pápi hennara inn í rættarsalin. Hann bar lítla sonin hjá Perpetuu. Hann tók í Perpetuu og bønaði og bað: – Frem ofrið. Hav miskunn við lítla soni tínum

Hilarianus, sum eygsýniliga ynskti at sleppa undan tí ófjálga at taka av døgum eina mammu, sum framvegis hevði lítla barn sítt á brósti, legði aftrat: – Hav miskunn við gráa høvuri faðirs tíns, hav miskunn við bróstabarni tínum. Ber hetta offurið fyri keisaran.

Men Perpetua vísti honum aftur við orðunum: – Tað vil eg ikki.
– Ert tú tá kristin? spurdi guvernørurin.
– Ja, tað eri eg, svaraði Perpetua.

Pápi hennara legði aftur uppí og bað hana um at ofra, men Hilarianus hevði hoyrt nóg mikið: Hann gav hermonnunum boð um at fáa pápan at tiga. Síðani dømdi hann Perpetuu og vinir hennara at líða deyðan á stríðsvøllinum.

Avrættingin

Hin 7. mars vórðu Perpetua og fýra fylgisneytar hennara leidd til pallin, har fjøldin kravdi, at tey vórðu pískað. Síðani vórðu eitt villsvín, ein bjørn, ein leopardur og ein tarvur slept leys.

LES EISINI  Kristin flýggja undan herfólkunum hjá Myanmar

Tarvurin kastaði Perpetuu upp í loft. Hon lendi á rygginum, men reisti seg.Hampaði skrøddu tunikuna og fór so yir at hjálpa Felicitu. Síðani leyp leopardurin á, og tað var ikki long tíð, so vóru tunikurnar hjá teimum kristnu reyðar í blóði-

Hóast hesa ræðuligu viðferð yvirlivdu tey álopini frá djórunum. Og áskoðararnir róptu, at tey skuldu verða leidd inní miðjuna á pallinum, so øll betur kundu síggja avrættingarnar. Tá reistust tey fimm av sær sjálvum og fluttu seg hagar, sum fólkið ynskti. Men tey kystu fyrst hvønn annan fyri at fullkoma pínslarváttardeyða sín við friðarkossinum. Saturus var fyrst at lata lívið, meðan Perpetua, sum varð stungin millum rivjabeinini til tess at veita henni meira pínu, rópti hart. Illa særd eggjaði hon vinum sínum at ”standa føst í trúnni og elska hvør annan”. Síðani førdi hon ótryggu hondina á gladiatorinum móti hálsinum.

Og her endar dagbókin. Men takkað veri dagbókini hjá Perpetuu livir minnið um tey víðari. Eisini kirkjufaðirin Augustinus las, tað hon hevði skrivað. Tað gav honum so stóran íblástur, at hann hevði fýra prædikur um deyða hennara.

Gunnar Reynslág týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina