Saknaður prestur í Venesuela funnin dripin

Luis Gregorio Coronado, prestur í luthersku kirkjuni í Venesuela, varð funnin dripin fyrr í vikuni, eftir at hava verið eftirlýstur í tveir dagar. 58 ára gamli Coronado hvarv seinasta leygardag, meðan hann ferðaðist við almennari ferðslu fyri at vitja limir í kirkjuliði sínum. Líkið varð funnið mánadagin.

Eftir Coronado sita kona og trý børn, eins og tað kirkjulið, sum hann hevur tænt í meira enn 20 ár, Iglesia Luterana Fuenta de Vida í Puerto Ordaz. Hann var tann presturin, ið hevði tænt næstlongst í luthersku kirkjuni í Venesuela, og hann rak ein skúla gjøgnum kirkjuliðið. Fyrr hevur hann verið forseti í luthersku kirkjuni í landinum.

– Luis var ein mildur og trúgvur hirði, segði presturin Ted Krey, ið er økisleiðari fyri luthersku Missouri-synoduna í Latínamerika og Karibia. – Í grundini líktist hann nógv Jóhannesi doyparanum, tí hann peikaði altíð øðrum á Jesus og føstu vónina í frelsaranum. Eg syrgi hann. Eg syrgi vegna konu hansara og sonin, ið fylgir í hansara fótafetum inn í tænastuna.

LES EISINI  Kristin í Norðurkorea uppliva mong undur undir torturi

– Nú nýtur Luis nýtt lív í Jesusi, helt Krey fram. – Vit vaksa sterkari í okkara adventsvón, tá vit síggja okkara kæru savnast um okkara livandi harra Jesus.

Tað hevur verið ófriðarligt og ótrygt í Venesuela í fleiri ár, men tíðindini siga einki um, um nakar er undir illgruna fyri drápið.

 

Kelda: Reporter

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina