Prestur í Tadsjikistan latin leysur tríggjar mánaðir ov tíðliga

Staðbundin kristin siga frá, at fongsulsmyndugleikarnir í Tadsjikistan næstseinasta týsmorgun lótu tann kristna samvitskufangan Bakhrom Khasanovich Kholmatov leysan. Hann hevur sitið í Yavan-fongslinum í Khatlon-økinum í útsynningspartinum av landinum.

Í grundini skuldi Kholmatov ikki verða leyslatin fyrrenn í apríl næsta ár.

– Rætturin kannaði møguleikan at sleppa honum leysum áðrenn upprunaliga ætlað og stytti revsingina, greiðir ein staðbundin kristin frá, sambært tíðindatænastuni Forum 18.

Sjálvur er Kholmatov sera takksamur, nú hann er leyslatin áðrenn væntað:

– Eg vil fegin takka øllum, ið hava stuðlað mær og biðið fyri mær, familju míni og kirkju míni. Tey trý árini havi eg merkt tykkara bønir. Tær hava hjálpt mær at standa ímóti, tær hava hjálpt míni elskaðu konu og børnum, og tær hava hjálpt limunum í kirkju míni, sum brádliga stóðu uttan prest og harafturat vórðu tveitt út úr bygninginum av myndugleikunum, sigur Kholmatov.

Bakhrom Kholmatov var prestur í eini kirkju í Khujand, men varð í juli 2017 dømdur trý ára fongsul fyri at hava “sungið víðgongdar sangir í kirkjuni og við tí eggjað til átrúnaðarligt hatur.” Loyniløgreglan hjá landsins trygdarráði handtók Kholmatov í apríl 2017 eftir eina rannsókn í kirkju hansara í Khujand, har tey gjørdu limunum ónáðir og píndu teir.

LES EISINI  Saknaður prestur í Venesuela funnin dripin

Løgreglan legði millum annað hald á telduna hjá presti og bókina “More Than a Carpenter” eftir Josh McDowell, ið er týdd til mong mál (á føroyskum ´Meira enn træsmiður’, Leirkerið 1996). Imamar, sum arbeiða hjá loyniløgregluni, halda uppá, at bókin er víðgongd.

 

Kelda: Dansk Europamission

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina