Hvussu eru vit salt og ljós?

Jógvan Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í Matteus 5,13-16 lesa vit um, at vit eru salt jarðarinnar og ljós heimsins. Tað eru vers, sum eru verd at hugsa um, tí hvussu eru vit hetta? Tað stendur ikki, at vit kunnu vera tað ella, at vit onkuntíð eru tað.

Vit, sum trúgva á Jesus, ERU salt jarðarinnar og ljós heimsins. So langt aftur eg minnist, havi eg verið við á møti sunnukvøld og hoyrt mangt og hvat. Tað hevur verið ein partur av mínum lívi, og er enn tað. Har verður boðað, undirvíst og vitnað. Men so kunnu vit spyrja okkum sjálvi eisini: ”Hvørjum boða vit fyri?”, ”Hvørjum undirvísa vit fyri?” og ”Hvørjum vitna vit fyri?”. Er tað bara fyri okkum sjálvum, at vit vitna og boða evangeliið?

Tað er sera relevant at spyrja seg sjálvan: Hvørjum eri eg salt og ljós fyri? Kveiki eg ljós fyri nøkrum, sum hevur brúk fyri tí? Tað eru mong, sum stríðast við sjúku, bæði sjónliga og ikki so sjónliga. Millum annað eru tunglyndi og strongd alt meira vanlig fyribrigdi, sum vit møta. Bæði millum trúgvandi og tey, sum ikki hava áhuga í at liva eitt lív saman við Jesusi. Eru vit ljós og salt millum teirra? Vit kunnu vera eitt ljós fyri onnur á so nógvar ymsar mátar. Vit kunnu gera tænastur fyri onkran, biðja saman við øðrum, ganga túrar saman við øðrum, drekka ein kaffimunn saman við einum, ið hevur tørv á vitjan og annars hjálpa við ymsum praktiskum, sum tørvur er á. Ein segði, at ”vit skulu vitna fyri okkara næsta og um neyðugt, so eisini við orðum!”. Okkara lív er ein spegilsmynd av tí, vit trúgva á, og tað síggja onnur.

LES EISINI  Tá Nicky lærdi meg franskt!

Fyri at vera góðir sendarar, mugu vit eisini vera góðir móttakarar. Fyri at hava nakað at geva, mugu vit hava áfylling. Vit vita, hvar vit kunnu fáa áfylling, men í hesi tíð, har vit hava so nógv at gera, so kann tað knípa við at geva sær tíð til tað. Men bíbliulesnaður, bøn og at koma til tiltøk, har vit verða uppbygd, er ein neyðugur partur av okkara andliga lívi, um vit skulu megna at vera salt og ljós fyri okkara næsta. Gud hjálpi okkum við tí!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina