Hvussu veit eg, at eg eri frelstur?

Allarfyrst: At vera frelst/ur er at vera fyrigivin. Eg eri ein syndari, men Jesus hevur – av náði – fyrigivið mær allar mínar syndir. Ikki tí eg havi gjørt meg verdan til tað, men bara tí at hann hevur givið mær hesa gávuna – fyri einki. Eina gávu, sum eg taki ímóti við trúgv.

Men hvussu VEIT eg, at eg eri frelst/ur? Kann eg vera vísur í tí? Ja, tað ber til, og frelsuvissu VIL Jesus fegin geva okkum. Hann hevur ongan áhuga í, at vit plágast av iva, um vit nú veruliga eru bjargað frá avleiðingunum av okkara synd ella ikki. Um vit eru hansara børn ella ikki.

Tað avgerandi er bara, HVAR vit leita eftir hesi vissuni. At vit ikki leita í okkum sjálvum eftir eini ávísari kenslu ella øðrum, men at vit tvørturímóti lurta eftir GUDS ORÐI UM JESUS og tað, sum hann hevur gjørt fyri okkum.

1 Jóh 5,13 er eitt lyklaorð, sum eg vil ráða tær til at læra teg uttanat. Har skrivar ein av allarnærmastu vinunum hjá Jesusi, Jóhannes ápostul, soleiðis:

“Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu VITA, at tit HAVA ævigt lív, tit sum TRÚGVA á navn Guds sonar.”

Legg merki til orðavalið! Hann sigur ikki: Hetta havi eg skrivað, fyri at tit skulu hopa tað besta, ella at tit við at gera ella vera so ella so vónandi kunnu fáa ævigt lív ein dag. Nei: “Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit longu hava ævigt lív…”

LES EISINI  Ljóskontakt og sólarrenning

Hvør, jú, “tit sum trúgva” – ikki bara á onkran ella okkurt, men á Guds son! Tað avgerandi er sostatt at trúgva á Jesus, Guds son! Og at vera frelstur er sostatt ikki ein ávís kensla, ikki ein serligur atburður, men ein STØÐA, sum ein annar – Jesus – setur meg í – uttan at eg havi tað uppiborið.

Tað er nevniliga IKKI so, at mín trúgv líkasum er ein góð gerð, sum ger meg fortjentan til frelsu. Um eg t.d. eri um at drukna á sjónum og tú kastar mær ein bjargingarkrans, sum eg krøki meg í, so at tú kanst hála meg upp á turt. So fari eg ikki aftaná at siga, at tað var eg, sum bjargaði mær sjálvum við at taka um bjargingarkransin. Nei, eg fari at siga, at tað var TÚ, sum bjargaði mær við at tveita mær bjargingarkransin og toga meg í land.

Á sama hátt er trúgvin einki at reypa av – at trúgva á Jesus er “bara” at krøkja seg í bjargingarkransin. Men júst tí er tað eisini neyðugt at trúgva! Trúgvin er sum ein tóm hond, sum einki hevur at koma við, men sum tekur ímóti eini veldigari gávu frá Jesusi.

Frelsan, bjargingin, skyldast bara, at Jesus gav sítt egna lív FYRI okkum, at hann varð revsaður fyri okkara syndir – í okkara stað, so at vit skulu sleppa undan.

LES EISINI  Hvagar skuldu vit annars farið við tí trupla?

Og tí er kristin trúgv ikki einans, at eg haldi tað vera satt, sum Bíblian fortelur um Jesus, men eisini at eg tori at líta á, at hann gjørdi tað FYRI MEG! ÁLÍT! At eg festi mítt álit á JESUS, hvør hann er og hvat hann hevur gjørt fyri meg. At hann elskar meg og doyði og reis upp fyri meg. Og at eg taki hann upp á orðið, tá hann sigur, at hann kom í heimin, ikki fyri at døma, men fyri at frelsa meg! Tá hann sigur, at tað er fullgjørt, trúgvi eg, at tað eisini er fullgjørt fyri meg!

Og tí er tað so umráðandi, um eg vil VITA, at eg eri frelst/ur, at eg fokuseri uppá tað, sum Guds orð SIGUR um Jesus, heldur enn at vita, um eg nú FØLI meg frelstan ella gudiligan ella andaligan. Kenslurnar eru alt ov svingandi grundarlag at byggja ein so týdningarmiklan spurning á.

TRÝRT TÚ á Jesus Kristus, Guds son? So ERT tú frelst/ur, Guds barn, so eigur tú ævigt lív! Og tað ert tú, so leingi tú festir títt álit á hann og ikki á teg sjálvan. Fordjúpa teg tí í Guds orði um Jesus og blív við við tí! Fokusera uppá Jesus og ikki uppá tína egnu trúgv! Tí hon styrknar ikki, við at hyggja uppá teg sjálvan, men við at hyggja uppá Jesus!

LES EISINI  Hví varð Jesus ikki verandi á jørðini?

Trýrt tú hinvegin ikki á Jesus, men vilt fáa fyrigeving fyri tínar syndir og ævigt lív? Les, lurta og hoyr so gleðiboðskapin um Jesus og alt, hann gjørdi fyri teg á krossinum! Gud sendi hann niður á hesa jørð við einum einasta endamáli: At taka avleiðingarnar fyri mínar og tínar og allar heimsins syndir á seg og negla tær á krossin, doyggja fyri tær har. Fyri at tú IKKI skalt bera hesa tungu byrðu á tínum herðum longur.

Tá Jesus doyði, segði hann, at tað – altso Guds bjargingarátak – nú er fullgjørt, fullført – check! Og Gud skrivaði undir uppá, at tað veruliga var fullgjørt, við at reisa Jesus upp aftur frá deyðum. Um Jesus ikki var tann, hann segði seg vera, heldur tú so, at Gud hevði reist hann upp frá deyðum? Tað, sum Jesus gjørdi, var nóg mikið fyri Gud; trúgv tú tí eisini, at tað er nóg mikið fyri teg!

Bið Jesus og Heilaga Andan geva tær vissu um, at tú ert frelst/ur. Hann vil fegin geva tær hesa gávu, um tað so er alt í einum ella so líðandi. Men minst samstundis til, at henda vissan støðugt hevur brúk fyri, at tú fyllir teg við gleðiboðskapinum um Jesus og tað, sum hann hevur gjørt fyri teg. Okkara kenslur svinga, men hann er tann sami hvønn dag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina