I AM við nýggjum staklagi

Í gjár gav kristni rockbólkurin I AM út nýtt staklag við heitinum “Can’t Stand (That Face)”.

Bólkurin hevur nógv ár á baki, men tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt frá teimum seinastu árini. Bólkurin byrjaði miðskeiðis í 90’unum í Klaksvík og hevur tvær fløguútgávur á baki. Teir hava spælt á landsins størstu pallum, ligið ovast á hittlistunum og hava somuleiðis verið uttanlands og spælt í fleiri umførum. Í ár eru 20 ár liðin, síðani fyrra fløga teirra, CAST, kom á marknaðin. Ein av teirra kendastu sangum, “Alla leið”, var at finna á tí fløguni. Seinna fløgan hjá I AM kom út í 2003 og æt hon “xthree.one.four”.

20-ára dagurin verður hátíðarhildin á ein serligan hátt fríggjakvøldið 22. mars kl. 21.00, tá ið I AM skal spæla saman við kenda amerikanska tungmálmsbólkinum P.O.D. Konsertin verður í høllini á Hálsi í Havn.

Nýggja staklagið “Can’t Stand (That Face)” er eitt av tyngru løgunum hjá I AM, men er kortini melodiøst og fangandi. Orðini snúgva seg um, hvussu lættliga summi fara um lívsins álvarsomu og stóru spurningar. Lagið er framleitt bæði í Føroyum og í Danmark. Alvin Ellebye stóð fyri upptøkuni av ljóðførum í Klaksvík, og Søren Mikkelsen upptók sang og stóð fyri heildarframleiðsluni av lagnum í Medley Studios í Keypmannahavn. Søren Mikkelsen hevur fyrr samstarvað við donsk nøvn sum Kim Larsen, Magtens Korridorer og Søren Huss. “Can’t Stand (That Face)” liggur bæði á Spotify og á Apple Music.

Videolagið hevur Raclip framleitt. Pætur Høj leikstjórnaði, og tað varð tikið upp í missiónshúsinum Karmel á Eiði.

Limirnir í I AM eru: Birgir Sigurðsson ( sang), Eyðbjørn Jacobsen ( bass), Heðin Askham  (ljómborð), Hans Ove Johansen ( trummur) og Arni Zachariassen (gittar).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina