Í ár fara vit aftur á summarlegu!

Tilmeldingarskipanin til legurnar, sum SIMBA (barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini) skipar fyri í summar, letur upp um eina viku. Seinastu árini hevur verið gravgangur eftir at sleppa á legu, og tí verða fleiri legur í ár enn í undanfarin ár.

Tær flestu summarlegurnar verða hildnar í Leguhúsinum í Nesvík, men tríggjar legur verða aðrastaðni. Ein lega er í Porkeri, ein á Giljanesi, umframt serligu leguna úti í vøkru og stórbæru føroysku náttúruni, nevnd Wild Life.

Vit gleða okkum eykað nógv

Summarlegurnar 2020 vóru avlýstar sum so mangt annað vegna korona. Vit hava í samráð við heilsumynduleikarnar mett tað vera skilagott at skipa fyri summarlegum í ár. Vit kunnu samlast undir góðum og skipaðum umstøðum og halda fast í at halda gott reinføri og tilmælini annars. Samskiparar og leiðarar gleða seg eykað nógv at bjóða børnunum á nakrar spennandi summarlegur í ár, har vit fara at hoyra um Jesus, hava tað stuttligt saman og læra nýggjar vinir at kenna.

Ein lega afturat í Nesvík

Erla Mortensen, ið samskipar barna- og familjuarbeiðið, sigur, at tað verða fleiri legur í summar, enn undanfarin ár.

– Í mong ár er eftirspurningurin øktur, og seinastu árini hava verið langir bíðilistar til fleiri legur. Størsta trýstið hevur verið í sokallaða junioraldrinum, sum er 5.-7. flokkur. Í staðin fyri eina legu fyri 5.-7. flokk, skipa vit í summar fyri eini legu fyri 5.-6. flokk og eini fyri 6.-7. flokk. Tað er fantastiskt at kunna bjóða 130 børnum afturat at hoyra um Jesus, sigur Erla.

“Wild Life er nakað heilt serligt”, siga mong sum hava luttikið á leguni, kanska serliga tí hon skilir seg frá øðrum legum og tiltøkum. Legan verður hildin úti í náttúruni, saman við einum minni bólki av ungum, har náttúran og samanhald setir sín dám á løturnar. Ofta verður húsast í smáum fjallasmáttum, so tað er eisini primitivt og viðhvørt eingin streymur og tí ongar snildfonir í nýtslu.

Wild Life-legan er eisini fyri tey stóru børnini – ella ungu – í 7. og 8. flokki. Wildlife legan verður eitt sindur seinni enn hon plagar og er ásett at vera samstundis sum tvær tær fyrstu summarlegurnar byrja, tvs. 25.-27. Juni.

Legurnar í summar fyri børn og juniorar eru hesar:

  • 7.-8. flokkur Wild Life 25. Juni – 27. juni
  • 2.-3. flokkur Nesvík 25. juni – 29. juni
  • 2.-5. flokkur Sørvágur 25. juni – 29. juni
  • 2.-5. flokkur Porkeri 28. juni – 1. juli
  • 3.-4. flokkur Nesvík 30. juni – 4. juli
  • 4.-5. flokkur Nesvík 6. juli – 10. juli
  • 5.-6. flokkur Nesvík 11. juli – 15. juli
  • 6.-7. flokkur Nesvík 16. juli – 20. Juli

Gev gætur, at harumframt eru familjulega og ungdómslegur.

Evnið er “Jørðin”

Hvørt ár er eitt felags evni fyri barnalegurnar, og evnið í ár má sigast at vera sera viðkomandi – “Jørðin”. Tað merkir millum annað, at bíbliutímarnar fara at snúgva seg um tað skaptu jørðina, um at vera menniskja á jørðini, um Guds son, ið gekk á jørðini og síðani bjargaði henni, og eisini um at síggjast aftur á tí nýggju jørðini.

Tekningarfreistin er 17. Juni.

Tó kunnu legurnar vera fullteknaðar væl áðrenn freistirnar, og tí ræður um ikki at drála ov leingi við at tekna seg. Royndirnar seinastu árini eru, at legurnar verða fullteknaðar fyrr og fyrr. Tekningin fer fram her: mission.fo/tilmelding sum letur upp fríggjadagin 23. Apríl kl. 10. Ein rindar fyri leguna samstundis sum ein teknar seg.

Avboð

Verður neyðugt at geva avboð til eina legu, sum ein hevur teknað seg til, fær ein part av kostnaðinum aftur eftir reglunum niðanfyri. Gev gætur, at mannagongdin er broytt í mun til undanfarin ár, tí nógv eyka orka fer til avboð.

Her eru reglugerðin í samband við avboð:
· Um avboð verður givið áðrenn tilmeldingarfreistina, fæst 80% av tilmeldingargjaldinum aftur.
· Um avboð verður givið eftir tilmeldingarfreistina, fæst 50% av tilmeldingargjaldinum aftur.

Avboð kunnu gevast á mission.fo/tilmelding ella info@mission.fo