Í dag er stóri familjudagurin í miðbýnum í Havn

#Familjudagur2019 – Tí vit elska Havnina. Tað er heitið á stórum ókeypis familjudegi, sum kirkjur og samkomur í Havn í felag skipa fyri í Havnar gøtum í dag. Byrjað varð klokkan tíggju, og skráin gongur heilt fram til eina stóra lovsangskonsert, sum verður í kvøld.

Útgangsstøðið eru Perlan og Reinsaríið í Tórsgøtu, og Tórshavnar kommuna hevur verið so beinasom at steingja Tórsgøtu fyri bilferðslu í dag.

Aftanfyri tiltakið standa kirkjur og samkomur í Havn, og tær siga, at tær standa saman um eitt endamál – at tæna býnum.

Skráin er í tveimum. Millum klokkan 10 og 18 er familjuhugni við nógvum sera fjølbroyttum innihaldi. Og frá klokkan 20 til umleið 23 er lovsongskonsert.

Skráin fyri familjuhugnan er henda: Millum klokkan 10 og 18:30 eru hoppiborgir, andlitsmáling, suppa, saft, te, kaffi og køkur.

Kl. 11:00: Klovnurin BUBU

Kl. 13:30: Børnini Syngja

Kl. 14:30: Oasubrøður

Kl. 16:00: Bingo við góðum vinningum

Kl. 17:30: Ása Helena Brynjarsdóttir

Kl. 18:00: Anton Liljedahl

Klokkan 20 byrjar so lovsongskonsertin í Reinsarínum.

Aftanfyri tiltakini standa sum nevnt kirkjur og samkomur og aðrir felagsskapir. Hesi stuðla fíggjarliga, hjálpa til áðrenn, undir og aftan á tiltøkini, baka og nógv afturat. Tey eru Adventistakirkjan, City Church Tórshavn, Filadelfia, Havnar Kirkja (dómkirkjan), Vesturkirkjan, Frelsunarherurin, Meinigheitshúsið, Samkoman Immanuel, Mariukirkjan, Samkoman Lívdin, Fríkirkjan Oasan og Blái Krossur Føroya.

Øll tiltøkini eru sum nevnt ókeypis.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina