Í dag fyllir Kaja Nemuel, Rituvík, 80 ár
Sunnudagurin 5. oktober í 1969 er ein dagur, sum fólk í Rituvík tosaðu nógv um – og onkur kanska minnist enn í dag. Henda dagin var ein av teirra egnu, tann bert 23 ára gamla Kaja Lamhauge, sum “skapti yvirskriftirnar”, tí hon skuldi heilt til Afrika sum trúboðari.
Samkoman í missiónshúsinum var ein staðfesting av tí kalli og teirri neyð, sum lá í hjarta hennara, – hetta, at onnur fólk, enn tey í heimbygdini og heimlandinum, skuldu hoyra gleðiboðskapin um Jesus. Fólkið í Nigeria vóru tey, sum nú fingu gleði av ídni, hjartalagi og trúgv hennara. Hesi fólkini høvdu eisini brúk fyri at hoyra um Frelsaran.
Tað var hetta, sum Kaja eisini hevði hoyrt i heimbygdini, og júst her í missiónshúsinum. Hon mintist seg einaferð í barnaárunum at hava hoyrt ein trúboðara greiða frá arbeiði sínum. Myndin, ið hesin trúboðarin vísti, hevði brent seg fasta á nethinnu hennara og í hjarta. Hon vísti trúboðaran í aksjón, sitandi millum nøkur myrk børn í hvítum klæðum, meðan hon fortaldi teimum um Jesus.
Fyri Kaju var hetta ikki bara ein mynd. Hetta var eitt kall frá Gudi til Kaju: “Far tú og ger so við!” Og Kaja fór út!
Guds vegur
Gjøgnum donsku Sudanmissiónina hevði Kaja fingið eina uppgávu at røkja í kirkjuni í luthersku kirkjuni í Norður-Nigeria. Og hesa uppgávuna røkti hon væl heilt til fyri fáum árum síðani.
Tað kann vera, at tað er spennandi og áhugavert at fara í onnur at arbeiða ella í tænastu sum trúboðari. Tað kunnu eg og familja mín sjálvi skriva undir uppá – eisini takkað verið Kaju. Men tað týdningarmesta er, at ein følir seg á Guds vegi og ger teir gerningar, sum Hann hevur lagt til rættis fyri okkum.
Á heysti 1997 vóru eg og konan so smátt farin at tosa um at fara út í missión. Men hvussu ger man? Hvønn tosar man við? Hvar kann verða sendur út, og so framvegis.
Nakað sum somu tíð fekk eg eina áheitan frá Hjalmar Hansen – úr Rituvík! – sum var leiðari á forlagnum hjá Heimamissiónini um at skriva eina bók um Kaju. Eg svaraði ja, áðrenn hann var liðugur at greiða frá øllum. Og soleiðis bara tað á, at eg ein dagin í september hetta árið sat umborð á einum flogfarið ávegis til býin Kanu í Norður-Nigeria. Men eg var ikki einsamallur!
Í sama flogfari sótu eisini umboð fyri Sudanmissiónina, sum vóru ávegis til Nigeria at vitja Kaju og allar hinar trúboðararnar í landinum. Vit sótu tríggir mans saman, og prátaðu um mangt og hvat á longu flogferðini til Nigeria – sjálvandi eisini um tað at fara út sum trúboðari.
2 ár seinni var tað okkara túrur at taka fyrsta stigið á okkara trúboðaraferð til eitt annað afrikanskt land, Mali í Vesturafrika.
Endamálið hjá mær við 10 vikur longu vitjanini hjá Kaju, var at fáa eitt innlit í arbeiðið hjá Kaju, og sjálvandi eisini at fáa meiri at vita um hana sum persón, hvør hon var, hvat hon brendi fyri, og hvussu nógv broytti gerandisdagur hennara sá út á heysti 1997.
Frá 1 til 5
Fyri meg var tað ein frægd og ein áhugaverd vitjan, tí hon dugdi sera væl og við slíkum mildleika at møta fólkinum í landinum. Eg bleiv hugtikin, rørdur og fekk eina neyð fyri hesum fólkunum í Nigeria, og tað royndi eg at eisini at vera grundarlag undir bókini um Kaju sum varð útgivin 5. oktober 1999 – í missiónshúsinum í Rituvík, sjálvandi.
Eg hevði sjálvandi EIN arbeiðstittul í høvdinum, meðan eg skrivaði – men einar 10-15, tá heitið á bókini skuldi finnast. Har var bara ein maður, sum kundi hjálpa mær í hesum, Hilmar Jan Hansen. Svar hansara kom tí beinanvegin: “Heiti á bókini? Tað var kann væl ikki verða annað enn “Hon fór út””. Og so var.
Tað er ringt at fortelja alt um lív hennara tá, og enn truplari í dag. Men bókin var í øllum ein forteljing frá fyrstu hond um hennara tænastu fyri Harran í einum fremmandum landi – sum skrivstovukvinna, sum prestafrúa, sum erkabiskuppafrúa, sum íðin í kirkjuligum arbeiði, og sum ein, ið rætti sínar tænastusinnaðu hendur út at hjálpa teimum, ið vóru ringast fyri. Altso sum eitt vitni fyri sín Frelsara, Jesus í nærumhvørvinum.
Ja, nú blívi eg við at siga “hon”, men sannleikin var jú, at hon nú hevði broytt heiti, frá at vera ein ung og leys kvinna úr Rituvík, til nú at vera ein gift kvinna og mamma at trimum dreingjum.
Kaja var ikki bara gift, – hon var enntá væl gift! Maður hennara, Nemuel Babba, sáli, var prestur, biskupur og var seinni valdur til erka-biskupp í luthersku kirkjuni (hann andaðist stutt undan jólum í 2025, og fór til gravar úr Rituvíkar kirkju).
Í dag eru 80 ár liðin, síðani Kaja sá dagsins ljós á fyrsta sinni. Hon er nú aftur í Rituvík, her tey í kvøld skipa fyri føðingardegi hennara. Ja, hann verður sjálvandi hildin í missiónshúsinum, tí nýggja.
Sum vinur, sum ein bróðir í Harranum og fyrrverandi starvsfelagi í missiónsarbeiði, ynski eg tær ein góðan dag – og mangar góðar dagar eftir henda.
Eg endi hesa heilsan til tín, Kaja við hesum orðum úr Sálmi 92,14-16:
“Teir plantaðir eru í húsi Harrans, í Guds várs forgørðum blóma teir. Sjálvt í ellini teir ávøkst bera, eru gróðrarmiklir og grønkast, til tess at lýsa, at Harrin rættvísur er, og hjá kletti mínum eingin órættur er.”
Heilsan
Snorri Brend, Viðareiði
Snorri Brend


