Í dag fyllir KFUK í Havn 100 ár

Nógv verður gjørt burtur úr í KFUK í Varðagøtu í dag og øll eru hjartaliga vælkomin. Hetta skrivar KFUK í Havn á síni Facebook síðu. Júst í dag er tað 100 ár síðani kvinnur í Havn komu saman og stovnaðu KFUK, sum er Kristiligt Felag fyri Ungar Kvinnur.

Frá klokkan 10 nú fyrrapartin og í allan dag hava fólk høvi at støkka inn á gólvið, og klokkan 17 verður móttøka, har Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, talar. Hjúnini Katrin á Borg og Holgar Johannesen syngja og spæla, og eisini syngur tensingkórið SoGt. Høvi verður hjá fólki at koma við einari heilsan til KFUK.
Felagið hevur verið virkið øll 100 árini. KFUK í Varðagøtu húsar nógvum virksemi – eitt nú seinnapartssamkomum, binditreffi, konfirmantafestum og øðrum. KFUK-skótarnir eru eisini ein týðandi partur av virkseminum hjá felagnum.
Tignarliga KFUK-húsið í Varðagøtu 9 í Havn varð upprunaliga bygt sum bretskt konsulát beint fyri næstseinasta aldarskifti. KFUK keypti húsið í 1922 og síðani hevur virksemið hjá felagnum verið her.

LES EISINI  Nýggjur samskipari í KFUK Tórshavn

Undir hesi grein kanst tú hoyra meira um tíðina, tá KFUK í Havn varð stovnað. Tað er tikið er bókini, ”Men Gud greb ind”, sum er skrivað á donskum máli, har fyrrverandi KFUK skrivari, Henrietta Hansen sigur frá um hennara andaliga uppvøkstur í Vági og hvussu Guð leiddi hana inn í arbeiðið at stovna KFUK í Tórshavn:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina