Í dimmum dølum, einki ilt eg óttist.

Vit hava tosað við Andrass Jacobsen av Skála, sum sigur frá tveimum hendingum úr lívi sínum.

Andrass hevði ein vinmann, ið var eitt ár yngri. Hann æt Kári. Teir vóru nábúgvar og høvdu stórar ætlanir um, hvat teir ætlaðu at gera í lívinum. Men 18. mai í 1985 spurdi Kári Andrass, um hann kom við niðan í feitulendi at koyra tvey basalomb útav. Uttan at hugsa seg um, svaraði Andrass ”nei”. Dagurin, ið var byrjaður væl, endaði við tungu boðunum, at vinmaðurin var dottin út av og farin heim til Harran. – Tað var, sum misti eg alt. Eg var knústur, og eg føldi, at eg misti alla lívsmegi, sigur Andrass Jacobsen og vísir til eina bók, ið Símun Jacobsen hevur skrivað, har hann skrivaði um henda vinmannin. Í bókini Kagabókin fyri uttan á Skarið skrivar Símun soleiðis:

Tá vit lata bíbliuna upp og lesa Evangeliið eftir Jóhannes kapittul 14 ørindini 2 og 3, síggja vit, hvat Jesus sigur við lærusveinarnar. At bústaðurin hjá Kára skuldi verða so skjótt klárur at fara til, hugsaðu vit ikki sum bert 16 ára gamlir. Tey bestu minnini eru, hvussu væl hann hjálpti Andrassi, sum var eitt gott ár eldri enn hann. Andrass kláraði seg ikki so væl, so hjálpin frá Kára var altíð kærkomin. Tá evni hansara ikki vóru so góð, megnaði hann ikki fylgja við, nú teir vóru komnir upp í unglingaárini. Hetta gjørdi sítt til, at Andrass ikki var við hesa ferð, sum varð tann síðsta hjá hansara kæra besta vinmanni. Eitt var vist, at tað vóru tung boð hjá Andrassi at fáa líka so væl sum hjá øllum bygdafólkinum.

LES EISINI  Eg elski teg!

Her kom eg at hugsa um fyrsta ørindi av sálmi nummar 388, Óttast ei, vak og bið!

Jesus hevur tær vunnið frið.

Hann hevur sigrað í størsta stríð,

Sátan bundið um alla tíð,

Opnað tær himnanna dyr.

– Ja, hetta ørindið sigur tað so væl, at vit skulu ikki óttast, tí vit hava Jesus hjá okkum, og hann er okkara styrki, sigur Andrass

Í 1997 fekk Andrass sanniliga henda kærleikan at kenna av sjálvum Jesusi Kristi. Tá mostir Andrass lá til tað síðsta, sótu tey vakt uppi yvir henni. Hon var so troytt, nú hon var komin til tað síðsta. Hetta kvøldið legði Andrass seg um 23.00 tíðina, men um midnáttarleiti kom ein undarlig kensla gjøgnum hann. Andrass sá, at hurðin á kamarinum fór upp, og har stendur mostir hansara. Hon kemur yvir til songina og tekur í hann, og hann setir seg upp í songini. Mostirin klemmar hann og sigur, at nú er alt liðugt. Andrass hugsar, at hon óivað hevur meint við pínuna, hon hevði merkt. Meðan hon segði hetta, sá Andrass, at ein maður stóð uttanfyri hurðina. Andrass sá, at maðurin stóð innan fyri ein gulllittan ring, har hann bíðaði eftir mostirini, meðan hon segði sítt síðsta farvæl. Mostirin fór stillisliga út úr kamarinum og lat hurðina aftur, og Andrass legði seg aftur. – Hetta var 17. Juni í 1997, at hetta hendi mær. Eg slapp at síggja frelsara mín, ið segði mær, at hann var hjá okkum allar dagar, sigur Andrass.

LES EISINI  Dýrur longsil

Sálmur nummar 11 í sálmabókini:

Takk, Gud, fyri alt, sum hendi,

Fyri tíð, sum er at enda,

Fyri stundina, sum er!

Takk, Gud, fyri ljósa várið,

Fyri myrka, kalda heyst,

Fyri hvørt hitt gloymda tárið,

Fyri hjartafrið og treyst.

Síðani hesa hending, hevur Andrass avgjørt at taka orðið til sín og halda fast í tí akkeri, sum er Harrin Jesus Kristus. – Hann veit, hvat mær tørvar, og hann leiðir meg fram á mál, sigur Andrass.

Andrass undrast eisini á, at familja hansara yvirhøvur er til, tí langomma og langabbi hansara doyðu heilt ung. – Alt hetta hevur faðir okkara evna til, at hetta skal vera so. Tað er ein meining við øllum í lívnum, sigur Andrass avgjørdur.

Vár Harra, Jesus Kristus, sonur Guds alvaldandi, sum ikki longur er armur og eymur her á jørð, men situr við høgru hond faðirsins og hevur alt vald á himni og á jørð! Vær tøkkum tær, tí at tú ert við kirkjuliði tínum allar dagar, heilt til veraldar enda!

LES EISINI  Eg elski teg!

Hevur tú ein vitnisburð, ið tú ynskir at deila við okkum, ert tú vælkomin at senda Trúboðanum boð.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina